Tróndur Arge
Dreingirnir í Róðrarfelagnum NSÍ vunnu á Norðoyastevnu, og teir vunnu aftur í Hósvík. Í Klaksvík vóru teir bara stavnin frammanfyri Fípuna Føgru. Í Hósvík var munurin eitt sekund aftur til teir næstbestu, sum vóru tvøradreingir umborð á Firvaldi. Í Hósvík endaði Fípan Fagra á triðja plássi. Firvaldur luttók ikki á Norðoyastevnu.
Á Norðoyastevnu vóru tað genturnar á Ørnini í Sandavági, sum vóru bestar í barnaróðrinum, og soleiðis var tað eisini á Sundalagsstevnu.
Í Klaksvík var munurin aftur til Blik gott og væl tvey sekund. Í Hósvík var Hulda næstbest. Hon var eitt sekund aftanfyri Ørnina. Á Norðoyastevnu var Hulda nummar fýra. Hesa ferð endaði Blikur á triðja plássi.
Barnaróður
5-mannafør dreingir
1 Spógvin 02:43.15
2 Firvaldur 02:44.15
3 Fípan Fagra 02:46.23
4 Tambar 02:52.24
5 Teistin 02:57.07
6 Frúgvin 03:00.18
7 Havfrúgvin 03:04.12
Støðan
1 Spógvin 14
2 Fípan Fagra 11
3 Tambar 9
4 Firvaldur 6
5 Frúgvin 6
6 Havfrúgvin 4
7 Teistin 3
Barnaróður
5-mannafør gentur
1 Ørnin 02:48.15
2 Hulda 02:49.19
3 Blikur 02:49.24
4 Jallurin 02:51.19
5 Tambar 02:52.12
6 Royndin Fríða 02:52.20
7 Pílur 02:59.21
8 Firvaldur 03:07.17
9 Havfrúgvin 03:08.24
Støðan
1 Ørnin 14
2 Blikur 11
3 Hulda 10
4 Jallurin 7
5 Royndin Fríða 7
6 Tambar 5
7 Pílur 2
8 Kollur 0
9 Firvaldur 0
10 Havfrúgvin 0