Spæla helst móti U23 hjá Thailandi

Tað er okkurt, ið bendir á, at talan ikki verður um ein A-landsdyst millum Føroyar og Thailand. FIFA hevur tikið dystin av síni skipan, meðan onnur heimasíða veit at siga, at talan er um U23 landsliðið hjá Thailandi.

 

Keldur hjá portalinum hava gjørt vart við, at FIFA hevur strikað venjingardystin millum Thailand og Føroyar av yvirlitinum av FIFA skrásettum A-landsdystum. Hinvegin hevur heimasíðan, futbol24.com skrásett mótstøðuliðið hjá Føroyum sum U23 landsliðið hjá Thailandi.

 

Portalurin roynir at fáa greiðu á málinum í løtuni.

 

Dysturin millum Føroyar og Thailandska liðið verður hósdagin klokkan 12 føroyska tíð(klokkan 19 lokala tíð)