Hetta sigur Regin Joensen, sum bleiv valdur til ársins stjørnuskot síðsta kappingarár. Hann sigur, at teir eisini hava vant hart og miðvíst, og spælararnir tykjast klárir at fara undir eitt nýtt og langt kappingarár.
- Vit hava eitt gott lið við tveimum góðum venjarum, og vit ætla okkum heilt víst meir, enn vit vístu ímóti endanum síðsta kappingarár.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Leikararnir skulu kenna sína uppgávu
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Hann heldur, at ein av trupulleikunum hjá VÍF ímóti endanum av síðsta kappingarári var, at leikararnir ikki kendu sína uppgávu.
- Fleiri av okkum kendu ikki okkara uppgávur á vøllinum nóg væl. Vit tóku ikki ábyrgd, tá á stóð, og hetta kostaði okkum at enda bæði meistaraheitið og steypakappingini.
Regin heldur tó ikki, at hetta verður ein trupulleiki í ár. Hann væntar hinvegin, at leikararnir fara at kempa allir sum ein fyri at vísa, at VÍF er eitt oddalið í føroyskum hondbólti.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Spæligleðin er vegurin til gullið
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Regin sigur, at fyri at VÍF skal gera sær vónir um at vinna nakað komandi kappingarár, so krevst, at spælararnir finna spæligleðina fram aftur.
- VÍF hevur altíð havt eitt sera gott lið, og flestu av leikarunum eru vanir við at vinna. Men tá vit spældu teir týdningarmestu dystirnar síðsta kappingarár, so spældu vit uttan vilja, og har var eingin spæligleði at hóma. Finna vit hetta fram aftur, so fer at síggja gott út hjá okkum í ár.
Hann væntar tó eina harða kapping í ár. Serliga kyndilsmenn vera sterkir í ár, og vit skulu fyrst og fremst vinna á teimum, um vit skulu fáa føroyameistaraheitið í hús.