Hóast hann er millum tveir teir bestu leikararnir í heiminum, so fer Spania ikki at umskipa liðið fyri at steðga Cristiano Ronaldo í EM hálvfinaluni í kvøld.
Eftir tveir teir fyrstu dystirnar sá út til, at Cristiano Ronaldo enn eina ferð fór at fáa kritikk fyri ikki at spæla eins væl á landsliðnum, sum við sínum feløgum. Men í triðja og seinasta dystinum í bólkaspælinum fekk pípan eitt annað ljóð. Cristiano Ronaldo skoraði bæði málini, ið sigrinum á Hollandi, sum tryggjaði Portugal víðari luttøku. Í fjórðingsfinaluni var tað aftur Real Madrid stjørnan, sum gekk á odda. Hann skoraði einsamalla málið í dystinum og var klárt besti máður á vøllinum. Men spaniólar hava ongar ætlanir um at umskipa liðið, fyri at steðga honum.
«Tað hevur verið tosað nógv um Ronaldo, men vit hava onga serliga ætlan fyri hvussu vit skulu steðga honum og vit fara heldur ikki at broyta okkara spælistíl fyri at gera tað, sigur Xabi Alonso undan hálvfinaluni í kvøld.
«Vit fara sjálvandi at greina hansara eginleikar og gera kanska onkrar smærri broytingar, men okkara besta verja er at spæla sum lið og ikki geva Cristiano Ronaldo nakað pláss, sigur liðfelagin hjá Cristiano Ronaldo í Real Madrid, Xabi Alonso.
Hóast Spania hevur verið einaráðandi í landsliðsfótbólti seinnu árini, so hevur Spania bara vunnið tvær ferðir av teimum seinastu tólv dystinum móti Portugal.
EM 2012 hálvfinalur:
Í kvøld:
Portugal Spania (19:45)
Í annaðkvøld:
Týskland Italia (19:45)