Spara 10 milliónir við at broyta Barsilsskipanina

Við at broyta útrokningargrundarlagið undir Barsilsskipanini ber til at spara 10 milliónir krónur. Broytingin fer at merkja, at tað vera fleiri, sum fara at fáa minni úr skipanini enn tey hava fingið higartil. Landsstýrismaðurin metir tó, at skipanin gerst rættvísari.

- Barsilsskipanin skal nú broytast til tað, sum hon upprunaliga varð ætlað at vera. Tað sigur Bjarni Djurholm, sum borið eitt uppskot um at broyta skipanina niðan í Løgtingið. Sambært uppskotinum skal tann sonevnda »seks mánaða reglan«, har útgjaldið hevur verið roknað eftir miðalinntøkuni seks teir bestu mánaðirnar seinasta árið, strikast. Í staðin skal útgjaldið roknast eftir miðalinntøkuni teir seinastu 12 mánaðirnar. Við hesum ber til at spara 10 milliónir, vísa útrokningar, ið Barsilsskipanin hevur gjørt.
Sparingin kemst av, at útrokningargrundarlagið hjá fleiri bólkum á parbeiðsmarknaðinum, ið hava óstøðuga inntøku, ella hava møguleika at ávirka, nær tey fáa løn, lækkar munandi.

Framvegis flest kvinnur
Nú Barsilsskipanin hevur nærum hálvt annað ár á baki, eru tað framvegis dupult so nógvar kvinnur sum menn, ið nýta skipanina. Skipanin Av teimum 26 vikunum, ið foreldur hava rætt til barnsburðarfarloyvi við løn, hevur mamman einsamøll rætt til 14 vikur, tvær vikur eru avsettar bara til pápan at nýta, meðan foreldrini sjálvi ráða yvir 10 vikum. Tøl hjá Barsilsskipanini vísa, at síðan skipanin fór at virka 1.juni í fjør, hava 945 kvinnur nýtt rættin til barnsburðarfarloyvi, meðan bara 497 pápar hava nýtt henda rætt til farloyvi við løn.
Og í flestu førum halda páparnir tað vera nóg mikið við tveimum vikum í barnsburðarfarloyvi, meðan mamman kann nýta tær 10 vikurnar, ið foreldrini sjálvi ráða yvir. Páparnir mynda bara fýra prosent av bólkinum, ið fáa pengar úr Barsilsskipanini tær 10 seinastu vikurnar av barnsburðartíðini, tvs. eftir viku 14 eftir at barnið er borið í heim.
Elisabeth O. Gaardbo, stjóri á ALS, sum eisini umsitur útgjaldið úr Barsilsskipanini, sigur, at talið av pápum, ið koma inn í Barsilsskipanina, tykist vera komið í eina fasta legu. Hon vísir á, at seinastu mánaðirnar vísa uppgerðirnar, at talið av pápum, ið koma inn í skipanina, ikki økist. Elisabeth O. Gaardbo leggur afturat, at tað helst fer at taka langa tíð, og kanska eisini eina hugburðbroyting, til páparnir fara at átaka sær størri part av tíðini í barnsburðarfarloyvi.
Men samtíðis sum tølini vísa, at páparnir eru ein stórur minniluti í Barsilsskipanini, so vísa tey eisini, at tað eru menninir, ið fáa størstu meðalútgjøldini úr skipanini, ið byggir á, at fult endurgjald skal veitast fyri inntøkutap í samband við farloyvi. Meðalútgjaldið til kvinnurnar, ið higartil hava verið inni í Barsilsskipanini, er 14.500 krónur um mánaðin, meðan meðalútgjaldið til páparnar liggur um 27.000 krónur um mánaðin. Hetta kann benda á, at tað fyrst og fremst eru páparnir við høgari inntøku, ið gera nýtslu av Barsilsskipanini.

Eingin pápakvota
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, ið varir av Barsilsskipanini, hevur tó ongar ætlanir um at áleggja pápunum at taka størri part av barnsburðarfarloyvinum. Heldur ikki nú tíðarskeiðið, har foreldur hava rætt til at vera í barnsburðarfarloyvi, verður longt upp í eitt ár, tó uttan lønarendurgjald.
- Mín grundleggjandi meining er, at tað er skeivt at áseta í lógina, at pápin skal hava ein ávísan part av farloyvinum. Tað haldi eg eigur at vera upp til foreldrini sjálvi at gera av, sigur Bjarni Djurholm. Hann heldur tó, at tað er í lagi, at mamman eigur 14 vikur, og at tvær vikur í hesum tíðarskeiði eru ásettar til pápan burturav. Men síðan heldur hann at foreldrini sjálvi skulu sleppa at ráða yvir restini.
Uppskotið hjá Bjarna Djurholm um at broyta Barsilsskipanina hevur verið til hoyringar hjá flestu fakfeløgum. Og í sínum viðmerkingum meta fleiri fakfeløg, umframt Javnstøðunevndina, tað vera óheppið, at eingin »kvota« verður sett á, so partur av tíðarskeiðinum er oyramerkt til pápan at nýta.
Føroya Arbeiðsgevarafelag metir, at uppskotið kann fara at gera tað truplari hjá kvinnum at fáa arbeiði, verður tíðarskeiðið longt. Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, sum umboðar Arbeiðsgevarafelagið, vísir á, at sjálv »kvotan« ella býtið millum menn og kvinnur, er eitt javnstøðumál. Hann metir tó, at tað kann gera tað trupulari hjá kvinnum at koma út á arbeiðsmarknaðin.
- Tað er fyri so vítt eisini galdandi fyri menn, men royndirnar vísa, at tað serliga verða kvinnurnar, sum koma at ver verri fyri.Til dømis kann hugsast, at smáir arbeiðsgevarar fara at aftra seg við at seta fólk, kanska serliga kvinnur, ið kunnu væntast at skula í barsil, nú tær fara at hava rætt til at vera burtur í eitt ár. Beinleiðis er tað ikki nakar fíggjarligur missur fyri arbeiðsplássið, men tó kann tað vera trupult hjá virkinum at fáa annað fólk í starv í eitt ár, serliga um starvið krevur serligar eginleikar, útbúgving ella royndir, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, ið umboðar Arbeiðsgevarafelagið. Jan Mortensen vísir á, at
Eisini Starvsmannafelagið metir, at ein partur av longdu farloyvistíðini eigur at vera settur til pápan burturav.
- Við beinleiðis at áseta tað í lógina, at pápar skulu nýta ein part av longdu farloyvistíðini ber til at rætta uppá skeiva býtið millum kvinnur og menn á hesum øki, sigur Gunnleivur Dalsgaard, formaður í Starvsmannafelagnum. Hann vísir á, at ein áseting um eitt ávíst býtið millum bæði foreldrini av longda farloyvinum hevði tryggjað kvinnum betri møguleikar á arbeiðsmarknaðinum. Tí við uppskotinum er vandi fyri,at kvinnur vera við skerdan lut, tí tær kunnu væntast at skula vera enn longri í barnsburðarfarloyvi, enn tær hava verið higartil.

Semja í samgonguni
Í november í fjør legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, líknandi uppskot um at broyta útrokningargrundarlagið undir útgjaldinum úr Barsilsskipanini fyri Løgtingið. Ta ferðina vísti tað seg, at meiriluti kortini ikki var fyri at fremja broytingarnar, og landsstýrismaðurin tók tískil uppskotið aftur eftir 1.viðgerð. Men hesaferð stendur øll samgongan aftanfyri uppskotið, sigur Bjarni Djurholm.
- Málið hevur verið til hoyringar hjá samgonguflokkunum og hevur harumframt verið til viðgerðar á landsstýrisfundi. Eg havi síðan fingið eina avtalu um at øll samgongan tekur undir við uppskotinum, og tí fer tað í tingið, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður.