Judo
Í opnum bólki hjá monnum verður fyrra bronsufinalan millum Jógvan Páll Kristiansen úr Sunda Judofelag og Áka Davidsen úr Havnar Judofelag, meðan seinna verður millum Hjalmar Johannesen úr Sunda Judofelag og Jógvan Martin Davidsen úr Havnar Judofelag.
Sjálv finalan verður millum Petur Sigurð Johannesen úr Sunda Judofelag og Skarpheðin Njálsson úr Havnar Judofelag.
Menn undir 73 kg.
Tveir av bronsufinalistunum í opna bólkinum hjá monnum, nevniliga teir báðir Hjalmar Johannesen og Jógvan Páll Kristiansen úr Sunda Judofelag, bresta eisini saman í sjálvari finaluni í vektbólkinum undir 73 kg.
Í hesum vektbólkinum verður onnur bronsufínalan millum Búgva Hansen úr Sunda Judofelag og Hendrik Johannesen úr Havnar Judofelag, meðan hin bronsufinalan verður millum Sigurd Bjørn Mørkøre úr Sunda Judofelag og Jógvan Martin Davidsen úr Havnar Judofelag.
Roknast kann við góðum og spennandi finaludystum millum judoíðkarar, har fleiri teirra óiva eisini fara at royna seg á Oyggjaleikunum á Álandi í summar.