Spennandi Statoilbrunnur í summar

- Vit skulu til at bora ein sera spennandi brunn í summar sigur varaforsetin hjá Statoil fyri altjóða leiting, Terje Dahl.

Hann vísir á, at hetta er ein sera týdningarmikil brunnur fyri Statoil í hesum árinum. Ikki minst tí at felagið umsitur eitt so stórt øki á føroyska landgrunninum er hesin brunnurin av alstórum týdningi at skilja alt økið betri. Men hann dylur tó ikki fyri, at hetta er eitn verkætlan við stórum váða og sum ikki er roynd áður.

Uppá fyrispurning um Statoil hevur dugað væl at marknaðarføra føroysku økini, nú ExxonMobil hevur bitið á, sigur Terje Dahl, at amerikanska oljufelagið hevur eins og fleiri onnur oljufeløg fingið innlit í tær kanningar og tulkingar, sum Statoil hevur gjørt av økinum. Og tað eru so teirra egnu tulkingar av hesum tilfarinum, ið hava gjørt, at ExxonMobil hevur gjørt av at keypa seg inn í trý av loyvunum.

Terje Dahl sigur, at tøknin, sum verður brúkt og ment í leitingini í Føroyum kann eisini fáa stóran týdning fyri leiting í norskum øki og úti í heimi, har Statoil arbeiðir og her serstakliga har arbeitt verður í basaltøkjum. Hóast tøknin at síggja gjøgnum basaltið er nógv ment, so er basaltið framvegis ein stór avbjóðing.

Vit spurdu Terje Dahl, hvussu stórt sannlíkið er fyri at gera eitt fund í summar.

-Tað er greitt, at tá vit gera eina so stóra íløgu á føroyska landgrunninum í summar, so er tað tí, at vit vóna at kunna finna kolvetni í rakstrarverdugum nøgdum. Sjálvur haldi eg, at hetta brunnur, sum er “vældig spændende for os”, sum hann málber seg á móðurmálinum, og so mugu vit bara síggja, hvat boringin kemur til.

Havið tol
-Nógvir føroyingar halda, at tað gongur ov seint. Sjey brunnar eru boraðir og enn er einki veruligt fund gjørt. Eiga føroyingar framvegis at brynja seg við toli?

-Tað haldi eg avgjørt. Mong dømi eru eisini um, at man hevur borað brunnar, sum vórðu turrir ella so og síðani hevur vent aftur til sama økið við nýggjum brillum og hevur gjørt eitt fund. Nógv av teimum fundum, sum í dag verða gjørd í norskum øki, eru í loyvum, har tað er borað fyrr uttan úrslit og har loyvini eru latin aftur. So tað ræður um at síggja møguleikarnar.

Tað er greitt, at norski leitistjórin við hesum sipar til Brugdubrunnin, sum Statoil boraði í 2001. Tá vórðu stórar vónir til eitt fund, og tað vórðu eisini gjørd sera stór framstig við at bora gjøgnum basalt. Sum so var tann brunnurin eitt gjøgnumbrot fyri hetta slagið jarðfrøði. Nú verður so farið at bora í sama umhvørvi um enn ikki júst á sama stað. Sum skilst verður hesaferð borað væl djúpri, harfrá eisini navnið “Brugdan Deep”. Eins og við øðrum brunnum á landgrunninum, so verður mett, at Brugduborurin kom ikki nóg langt niður í undirgrundina. Ein orsøk vóru tøkniligir trupulleikar við boringini, at borurin rætt og slætt stóð fastur. Møguleiki var tá ikki fyri at fara longur niður. Tað er við hesum lærdómi, at Statoil, ExxonMobil og Atlantic Petroleum nú fara undir at bora aftur í summar. Hóast Brugdan var eitt vónbrot, so gav hon so nógvar týðandi upplýsingar, og eisini fanst gass í undirgrundini, at tað nú verður farið longur niður.