Altjóða fíggjarheimurin bíðar nú við spenningi eftir, hvat kemur burtur úr ríkis- og stjórnarleiðarafundinum hjá ES, sum er í Bruxelles júst nú, og sum væntandi fer at enda við einari endaligari loysn á kreppuni í Grikkalandi.
Í nátt samdust týski kanslarin, Angela Merkel, og franski forsetin, Nicolas Sarklozy, um treytirnar fyri enn einum hjálparpakka til Grikkalands. Innihaldið í semjuni er ikki almannakunngjørt, men bara tað, at tey bæði stóru londini eru samd, fekk alt fyri eitt ávirkan á virðisbrævamarknaðirnar í morgun. Serliga virðið á partabrøvum í teimum evropeisku bankunum hækkaði.
Men gleðin var stokkut, tí løtu seinni fullu kursirnir aftur. Eygleiðarar siga, at marknaðurin er ótryggur og bíðar eftir einari fráboðan úr Bruxelles seinni í dag.