landsliðsúttøka
Sum vit nevndu í sambandi við úttøkuna av landsliðshópinum til dystin móti Hollandi, so var ivasamt, um talan tá var um endaliga hópin.
1. juni er nevnliga ikki við á listanum hjá UEFA yvir sonevndu landsliðsterminirnar, og tí hava feløg ikki skyldu til at leysgeva leikarar sínar til slíkar dystir.
Og tað vísti seg eisini, at avboð komu. Íslendska Fram, har Fróði Benjaminsen og Hans Fróði Hansen leika, spælir dyst sama dag, sum Føroyar hitta Holland, og teir vildu ikki vera føroyingarnar fyri uttan á degnum.
Bóltførleikin fremst
Og í teirra stað hava Henrik Larsen og Jógvan Martin Olsen tikið út tvey spildurnýggj nøvn.
Vagnur Mohr Mortensen úr HB hevur verið nógv burturfrá fótbólti seinnu árini, men í ár hevur hann tó aftur vant við fullari ferð. Tað hevur eisini eydnast 21 ára gamla havnarmanninum at vinna sær fastan sess í miðverjuni, og fyri tað mesta hava avrikini verið sera sannførandi. Somikið sannførandi, at hann nú eisini er tikin í landsliðshópin, og tað er einki at ivast í, at landsliðsvenjararnir við hesum hava givið greitt til kennar, hvat slag av verjuleikara til vilja hava.
Umframt at vera kropssterkur og skjótur, er Vagnur nevnliga ein av teimum »spælandi« verjuleikarunum, har bóltførleikin eisini er í hásætinum, og ivaleyst er tað fyrst og fremst hetta, sum hevur drigið hann framum kappingarneytarnar, nú hópurin er úttikin.
Bóltførleikin er so sanniliga eisini nakað, sum vigar nógv hjá hinum nýkomna landsliðsleikaranum. Pauli G. Hansen av Skála hevur hesi trý árini, sum Skála hevur verið í bestu deildini, verið avgjørdi spælskiparin á miðvøllinum. At liðið nú eisini er oddalið, eins og Pauli umframt bóltskilið nú eisini er tann, sum gongur fremst í harða arbeiðinum, hevur so avgjørt ikki togað skeiva vegin á vektini hjá landsliðsvenjarunum. Og tað man ikki bara vera á Skála, at fótbóltsfólkið bara hevur bíðað eftir, at landsliðsboðini skuldu koma.
Eftir at Fróði Benjamins er farin til Íslands, má Pauli nevnliga metast sum ein teirra, ið fara at kappast um heitið sum besti miðvallarin í landinum, og tí er eisini væl skilligt, at eisini landsliðsvenjararnir hava hug at síggja, hvat hann er førur fyri at avrika, tá uppgávurnar eru størri enn tær, sum finnast í føroysku landskappingini.