Spjadda baklandið er nú savnað

Interview: Tað hevur verið trupult, men spennandi at verið formaður í Javnaðarflokkinum, síðani fullveldismálið kom ovast á dagsskránna, ásannar Jóannes Eidesgaard. Orsøkina sigur hann vera, at limirnir í Javnaðarflokkinum hava nógv spjaddari støðu til málið enn Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin

Í Javnaðarflokkinum eru bæði sambandssinnað og fullveldissinnað fólk. Tí er trupult at vera formaður í júst hesum flokkinum, tá fullveldismálið stendur ovast á dagsskránni.

Hetta ásannar Jóannes Eidesgaard, sum síðani 1996 hevur verið formaður floksins.

Jóannes Eidesgaard vísir á, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin hava hvørt sítt grundstøði at byggja á.

? Í Javnaðarflokkinum er pláss fyri sjálvstýrissinnaðum, minni sjálvsstýrissinnaðum og sambandssinnaðum fólkum. Tað sum savnar javnaðarfók er hugsjónin um at skapa liviumstøður til vanliga føroyingin.

? Í Tjóðveldisflokkinum er pláss fyri borgarligum, minni borgarligum og vinstrahallum. Tað sum savnar tjóðveldisfólk er hugsjónin um at skapa lýðveldið Føroyar, vísir Jóannes Eidesgaard á.

Tí heldur Jóannes Eidesgaard tað vera nógv lættari hjá Sambandsflokkinum og Tjóðveldisflokkinum at hava eina greiða støðu til ríkisrættarliga spurningin.

? Hjá Tjóðveldisflokkinum og Sambandsflokkinum snýr tað seg um ja og nei. Antin at vera fyri ella ímóti. Men Javnaðarflokkurin, sum liggur ímillum, skal greiða frá síni støðu í setningum, og tað er verri, sigur Jóannes Eidesgaard.

Somu trupulleikar sum Javnaðarflokkurin, heldur Jóannes Eidesgaard, at Fólkaflokkurin eigur at hava.


Sjálvstýrissinnaður

Formaður Javnaðarfloksins vísir á, at Javnaðarflokkurin, síðani hann varð stovnaður í 1925, hevur verið ein sjálvstýrissinnaður flokkur. Og Petur Mohr Dam var sjálvur ein rættuliga sjálvstýrissinnaður maður.

Fleiri av teimum, sum vóru við til at stovna Javnaðarflokkin, komu úr Sjálvstýrisflokkinum. Tískil var tað heilt náttúrligt, at limirnir í Javnaðarflokkinum vóru sjálvstýrissinnaðir.

? Men í Javnaðarflokkinum hevur altíð verið og skal eisini altíð vera pláss fyri øðrum, ið ikki eru so sjálvsstýrissinnað. Tí tað er hugsjónin um vælferðarsamfelagið, ið fylkir flokkin, staðfestir Jóannes Eidesgaard.

Sum eitt av søguligu dømunum um, at javnaðarfólk hava verið sjálvstýrissinnað nevnir Jóannes Eidesgaard málstríðið. Í málstríðnum bardust nógvir javnaðarmenn fyri føroyska málinum. Millum hesar vóru Heðin Brú og Martin Joensen, ið eru tveir av mætastu føroysku rithøvundunum.

Stríðið í dag snýr seg um fullveldi ella ikki fullveldi.

Hesum hevur Javnaðarflokkurin verið noyddur at tikið við og havt eina støðu til. Og júst tað hevur verið trupla støðan hjá formanninum, ið skal koma við einari greiðari útmelding frá einum baklandi, ið er ógvuliga spjatt í hesum máli.

? Hetta hevur ofta gjørt stólin hjá mær ógvuliga heitan, og ikki hevur altíð verið lætt at vera formaður floksins í hesum tíðarskeiði. Tað hevur harafturímóti ofta verið ógvuliga trupult, sigur Jóannes Eidesgaard.

Fyri at gera tað lættari at fáa eina greiða útmelding, valdi Javnaðarflokkurin at halda eykalandsfund í februar.

? Á hesum fundi funnu vit eina samtykt, ið savnar flokkin, og er tað eftir henni, vit í dag arbeiða, vísir Jóannes Eidesgaard á.

Formaður Javnaðarfloksins ásannar tó, at tað enn væl ber til at finna tvey javnaðarfólk, ið eru rættuliga ósamd um ríkisrættarligu støðuna.


Sjálvstýrisuppskotið savnar

Javnaðarflokkurin gjørdi áðrenn seinasta val eitt sjálvstýrisuppskot, ið snýr seg um at yvirtaka málsøki frá Danmark, so hvørt vit eru før fyri tí, soleiðis at vit at enda hava fult ræði innan øll málsøki, men kortini eru í ríkisfelagsskapinum.

Hetta uppskotið heldur Jóannes Eidesgaard framvegis vera røttu loysnina, sum limirnir í flokki hansara eisini taka undir við.

? Sjálvstýrisuppskotið er ein alternativ loysn til fullveldismálið hjá samgonguni. Og tað kann væl brúkast sum grundarlag fyri at finna nýggja semju millum flokkarnar í Føroyum fyri at seta hol á ríkisrættarliga spurningin av nýggjum, sigur Jóannes Eidesgaard.

Sjálvstýrisuppskotið leggur, sum Jóannes Eidesgaard fatar tað, upp til nakrar konkretar loysnir í einum nýggjum sáttmála við Danmark.Tað sigur nakað um innihaldið í sáttmálanum, hvussu sáttmálin kann sigast upp, nakað um heimarætt og so fram vegis.

Dreyminum um, at hetta verður uppskotið, ið loysir ríkisrættarliga spurningin, hevur Jóannes Eidesgaard ikki slept.

Tá teir tríggir samgonguflokkarnir í 1998 skrivaðu undir samgonguskjalið, segði Jóannes Eidesgaard seg kunna taka undir við fyrstu síðu í samgonguskjalinum.

Hesa fatan hevur Jóannes Eidesgaard enn. Hann heldur restina av samgonguskjalinum vera tað mest borgarliga samgonguskjalið, nakrantíð er skrivað. Men síða eitt er í lagi, sæð í ljósinum av restini.

? Javnaðarflokkurin tekur undir við, at vit taka yvir málsøki, eins og vit eisini yvirtaka umsitingina av teimum. Vit skulu hava fulla ábyrgd ? eisini fíggjarliga, ger Jóannes Eidesgaard greitt.

Men kortini er nakað, ið skilir Javnaðarflokkin frá samgonguni. Javnaðarflokkurin tekur ikki undir við tí leisti, samgongan førir í spurninginum um at fáa sjálvstýri.

? Samgongan vil hava loysing frá Danmark og síðani arbeiða fram ímóti at Føroyar skulu klára seg sjálvar. Javnaðarflokkurin vil, at vit skulu arbeiða fram ímóti at klára okkum sjálv, og tá vit klára tað, skulu vit verða sjálvstøðug, men ikki fara úr ríkinum, sigur Jóannes Eidesgaard.

? Tá vit við positivum eygum royndu at finna nakað gott í samgonguskjalinum, funnu vit út av, at vit kundu taka undir við pørtum av fyrstu síðu. Og vit kundu eisini fylgja samgonguni ein part av vegnum í sjálvsstýristilgongdini. Men vit kunnu als ikki taka undir við politikkinum, nú verður førdur, staðfestir formaður Javnaðarfloksins.


Fornermaði Jóannes

Síðani Jóannes Eidesgaard rættuliga fór at gera vart við sína mótstøðu móti fullveldispolitikki samgongunnar, er hann í politiskum viðmerkingum í bløðunum og millum manna javnan skírdur at vera fornermaður og gronutur.

Eisini hevur onkur givið hugtakinum morgungrun navnið Eidesgaard, og onkur er farin so langt, sum at kalla Jóannes Eidesgaard landasvíkjara og høgra hond hjá donsku imperialistunum.

Men hetta darvar kortini ikki Jóannes Eidesgaard stórvegis.

? Eg var landsstýrismaður í kreppuárunum fyrst í nítiárunum. Tá var eg dagliga úti fyri ágangi. So eg haldi, at eg kann siga, at eg eri vanur við ákoyringar, sigur Jóannes Eidesgaard.

Jóannes Eidesgaard heldur seg vita eina frágreiðing til ágangin í fullveldismálinum.

? Eg minnist, at Turið Debes Hentze í einari av Spyr Bara sendingunum vísti á, at sjálvt orðið fullveldið er so mikið positivt orð, at tá onkur talar ímóti tí, verður átalan fatað sum grenj. Hetta haldi eg, at hon hevur rætt í, sigur Jóannes Eidesgaard.

Men grenj ella ei. Jóannes Eidesgaard heldur seg sum formann fyri Javnaðarflokkin hava skyldu til at vísa á vansar og skeivleikar við fullveldisætlanini, og tað ætlar hann sær at halda fram at gera.


Mugu finna loysn

Samgongan og fullveldistilgongdin hava nú vart í hálvttriðja ár og valskeiðið er farið at halla. Enn er tó eingin endalig loysn funnin á ríkisrættarligu støðuni.

Júst hetta heldur Jóannes Eidesgaard vera ein trupulleika. Nevniliga tí, at fullveldismálið hevur fylt so nógv av politiska hugaheiminum í Føroyum, at pláss hevur ikki verið fyri øðrum álvarsmálum.

Tí heldur Jóannes Eidesgaard tað vera neyðugt at finna eina loysn á ríkisrættarliga spurninginum. Men tað skal kortini ikki vera ein loysn, sum verður skrumblað ígjøgnum.

? Eg haldi, at samgongan hevur sæð í eyguni, at lítil tíð er eftir at fáa avklárað fullvedismálið, og tí roynir hon í løtuni við brøvum til ST og NATO at skapa órógv í málið, soleiðis at ferð kemur á júst fullveldisætlanina, sigur Jóannes Eidesgaard.

Men hetta vónar formaðurin í Javnaðarflokkinum ikki fer at eydnast.

? Eg rokni við, at málið um ríkisrættarligu støðuna helst ikki verður loyst fyrr enn eitt val hevur verið, ið kann reinsa politisku luftina, soleiðis at farast kann undir málið av nýggjum, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hevði Javnaðarflokkurin gjørst partur av einari nýggjari samgongu, hevði sjálvstýristilgongdin kortini ikki verið tikin av politiska breddanum.

Heldur hevði tað enn einaferð komið ovast á breddan, men í mildari líki, enn hjá verandi samgongu. Tá hetta síðani var avgreitt, hevði Javnaðarflokkurin farið undir realpolitikk, sum í stórum stíli vantar í Føroyum í dag, ger Jóannes Eidesgaard greitt.

Um samstarvið, sum í løtuni er millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, sigur Jóannes Eidesgaard, at Javnaðarflokkurin sanniliga ikki er Sambandsflokkurin nummar tvey.

? Heldur er Sambandsflokkurin á veg at gerast Javnaðarflokkurin nummar tvey, sigur Jóannes Eidesgaard.