Í Sportboxini, sum verður send hvønn fríggjadag frá klokkan 15 til 17 á Rás2, verður gesturin hesa ferð Maurice Ross. Fyrrverandi skotski landsliðsspælarin er nýggjur venjari í Víkingi. Hann skal nú venja tvífaldu meistararnar.
Hoyr Rás2 á netinum við at trýsta HER
Hann kom til Føroya undan farna kappingarári, tá hann tók við sum venjari hjá TB/FCS/Royn. Nýggja felagsliðið stóð seg væl í fyrru hálvu av kappingini, har litríki skotin mangan fekk heiðurin fyri góðu úrslitini.
Umframt at verða venjari, so hevur hann eisini eina spennandi yrkisleið sum fótbóltsspælari. Hann spældi í fimm ár við Glasgow Rangers, árðenn hann royndi seg í feløgum sum Sheffield Wedensday, Wolverhampton og Millwall. Hann hevur eisini spælt í londum sum Noreg og Kina.
Tað bleiv til 13 landsdystir fyri Skotland. Har í millum tiltikni landsdysturin móti Føroyum, tá John Petersen skoraði tvær ferðir tíðliga í dystinum. Dysturin endaði við javnleiki 2-2. Tað verður alt í seinna tímanum, sum er Fótbóltspanelið.
Í fyrra tímanum koma Børge B. Hansen frá Lions Club, og Martin Kúrberg frá Frælsinum á vitjan. Tað er Lions Club, sum saman við Fótbóltssambandinum skipar fyri Stórsteypadystinum, sum verður leygarkvøldið klokkan 19.45 millum Víking og NSÍ. Pengarnir verða lætnir Frælsinum.
Hartil kemur eisini Peter Morell á gátt, fyri at tosa um flogbóltsvikuskiftið, ið er fyri framman. Eisini fer hann at greiða frá eini kapping, sum verður mánadagin.
Somuleiðis kemur ein av landsliðsvenjarunum í dart, Kristian “The Mouth” Joensen á vitjan. Dartlandsliðið skal um vikuskiftið spæla tríggjar landsdystir móti Íslandi.
Lurtið við á Rás2 frá klokkan 15.