Sprongdu bil í luftina á Oyggjarvegnum

Um vikuskiftið var ein bilur sprongdur í luftina á Oyggjarvegnum. Brandbilar máttu boðsendast at sløkkja eldin

Í hesum døgum verða seinastu upptøkur gjørdar til nýggja filmin um Trølla Pætur og øru ommu hansara.
Talan er um fjórða filmin í røðini, og ætlanin er, at hann skal koma út síðst í november mánaði.
? Eg eri fullkomiliga sannførdur um, at hetta er nógv tann besti filmurin um Trølla Pætur, vit hava gjørt, sigur Niklas Heri Jákupsson, sum er ein av framleiðarunum av filminum.
? Vit hava ongantíð áður gjørt so nógv burtur úr leikritinum og upptøkunum. Her er meira action enn nakrantíð áður, og í stóru søguni eru nógvar smáar søgur.
Filmurin kostar okkurt um eina hálva millión at framleiða, og tað er felagið IRIS í Klaksvík, sum stendur fyri útgávuni.

Sprongdu bil í luftina
Í hesum fjórða filminum um Trølla Pætur kemur sisilianska mafian upp í leikin. Mafian sendir tveir av sínum bestu monnum til Føroya at stjala allar leikur og pengar, teir koma fram á.
Trølla-Omman, sum hevur verið nakað bundralig áður, hevur fyri fyrstu ferð fingið sær eitt veruligt arbeiði, men tá ið hon fer í bankan fyri at heinta løn fyrstu ferð, kemur eitt kuffert hjá henni í bland við tað hjá mafiuni, og so er galið.
Omman endar aftur í fongslinum, men hon vil reinsa seg sjálva, og tað verður byrjanin til eina jagstran eftir røttu brotsmonnunum bæði heima og úti. Nógv action er í filminum, og farna vikuskiftið sprongdi upptøkuliðið ein bil í luftina á Oyggjarvegnum. Spreingingin var so ógvuslig, at brandbilar máttu boðsendast at basa eldinum.

Trølla Pætur á enskum
Trølla Pætur hevur 9 høvd, og tað er líka við, at hann fær brúka fyri øllum hesum høvdum, nú hann skal tosa fleiri mál.
Nýggi filmurin verður týddur til danskt, svenskt, íslendskt og enskt, og tá ið hann kemur út á dvd fer tað at bera til at skifta ímillum málini.
? Vit gera hetta fyri at kunna marknaðarføra filmin uttanlands. Vit vilja ikki sita um nøkur ár og hugsa, at tað var spell, at vit ongantíð royndu at koma út um landoddarnar við trøllunum. Nú gera vit eina roynd, og so fáa vit at síggja, um nakar fer at býta á uttanlands, sigur Niklas Heri Jákupsson.
Seinastu upptøkurnar til filmin verða gjørdar hesa vikuna, og so byrjar endaliga klippingin av filminum.