Spurdi arbeiðsbólkin til ráðs

Tá Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í gjár legði fram uppskotið til royndaruppboðssølu fyri 2016, var tað í ein mun við íblástri frá arbeiðsbólkinum, sum í løtuni er í holt við at gera eitt nýtt uppskot til nýggja fiskivinnuskipan.


Royndaruppboðssølan er nevniliga helst besti møguleikin hjá bólkinum at fáa roynt nøkur av ástøðunum í veruleikanum, ið kjakast verður um, áðrenn ein nýggj skipan verður sett í verk.


Landsstýrismaðurin upplýsir fyri in.fo, at millum annað royndin við tveimum sløgum av uppboðssølum er eitt ynski frá serfrøðingabólkinum.


- Tey komu við nøkrum yvirskipaðum uppskotum, millum annað tað, at man skal royna fleiri ymisk sløg av uppboðssølu. Men bólkurin kom eisini við nøkrum øðrum uppskotum, ið vit ikki hava fylgt, sigur Høgni Hoydal.


Landsstýrismaðurin leggur eisini dent á, at tað er ikki bólkurin, ið hevur ábyrgdina av royndaruppboðssøluni, um hon nú ikki eydnast.


- Vit hava bara spurt tey til ráð, og fáa tey nú uppskotið til hoyringar eins og aðrir partar. So tey eiga ikki ábyrgdina av hesum uppskotinum, um tað ikki eydnast sum ætla, sigur Høgni Hoydal.