Ísrael kringsett neyðhjálparskip

Felagsskapurin, sum hevur sent eitt libyskt farmaskip til Gaza-geiran við 2.000 tonsum av neyðhjálparútgerð, sigur, at ísraelski herflotin hevur kringsett skipið.

-Ísraelsk herskip hava kringsett økið og hótta skipið, sigur Yussef Sawan, sum er talsmaður fyri felagsskapin.

Fjølmiðlarnir siga frá einum ónevndum ísraelskum embætismanni, at ísraelsk herskip og tað libyska farmaskipið møttust einar 90 fjórðingar úr Gaza-geiranum.

Sambært embætismanninum er farmaskipið nú á veg til Egyptalands. Tey ísraelsku herskipini eru framvegis hjá tí, sigur hann.