Myndugleikarnir í Ísrael eru farnir at stúra fyri trygdini hjá teimum ísraelsku ítróttafólkunum, sum skulu taka lut í teimum olympisku leikunum í London. Bretska blaðið The Sunday Times skrivar, at tað er álopið á ísraelsk ferðafólk í bulgarska býnum Burgas fyri nøkrum døgum síðani, sum hevur fingið ísraelsmenn at stúra.
Ísraelska fregnartænastan Mossad hevur havt samband við ta bretsku løgregluna síðani álopið í Bulgaria, og sum skilst heldur Mossad, at Irak ella Hizbollah skipaði fyri álopinum. Nú stúra myndugleikarnir í Ísrael so fyri fleiri álopum á ísraelskar ríkisborgarar uttanlands, og eftir teirra tykki er vandin serliga stórur í sambandi við teir olympisku leikirnar í London.
Myndugleikarnir í Bretlandi siga, at trygdartiltøkini verða sera strong, og at serlig trygdartiltøk eru fyri teir ísraelsku luttakarnar. Eitt nú verður bústaðurin hjá teimum ísraelsku ítróttafólkunum avbyrgdur frá hinum.
Í ár eru 40 ár liðin, síðani 11 ísraelsk ítróttafólk doyðu í einum palestinskum yvirgangsálopi undir teimum olympisku leikunum í München. Ferðaleiðarin hjá teimum ísraelsku ítróttafólkunum, sum skulu til London, sigur tó, at tað ber als ikki til at samanbera trygdina hjá ítróttafólkunum í London í summar við trygdina í München í 1972.