Støðan er á eini leið

- Støðan kundi verið betri, men er kortini ikki so galin. Hon er kanska ikki so galin, sum vit høvdu væntað.
Soleiðis sigur ein, ið var við í ferðaliðnum frá Tilbúgvingarstovninum og MRCC og Heilsufrøðisligu Starvsstovuni, sum fríggjadagin kom til Vágs við tyrlu at kanna avleiðingarnar av oljulekanum , sum stavar frá einum av stóru tangunum hjá SEV

Fríggjadagin kom tyrlan til Vágs og hon setti seg á Oyrunum í Vági, har orkuverk og oljutangar hjá SEV eisini eru. Ein av tangunum var hol fyri kortum og olja rann á økið kring tangan og fór eisini á sjógv.
Síðani hevur verið arbeitt við lekanum og at reinsa og taka upp.
Men myndir av deyðum og oljudálkaðum fugli í Sosialinum, og myndir av lekanum annars í fjølmiðlunum, fingu fólk frá Tilbúgvingarstovninum og MRCC og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at seta seg í tyrluna og flúgva suður til Vágs at vita, um tamarhald var á støðuni.
- Beint framvið landi er nakað av olju. Ein sperra lá fyri, men varð síðani tikin burtur, men nú er hon løgd aftur. Sum skilst, so skal grótið beinast burtur og økið reinsast, sigur Suni Petersen, ið var ein í ferðaliðnum frá vitjandi stovnunum.
- Orsøkin til, at vit komu við tyrlu var, at vit skuldu suður og norður aftur sama dag. Vit komu eftir egnum ynski, tí vit ivaðust eitt sindur í, um tamarhald var á støðuni, eftir myndir av oljudálkaðum og deyðum fugli í Sosialinum, og myndir av dálkingini annars í fjølmiðlunum, sigur Suni Petersen.
- Støðan kundi verið betri, men er kortini ikki so galin. Hon er kanska ikki so galin, sum vit høvdu væntað, sigur hann.
Stovnarnir fylgja nú við, hvussu leikur fer í Vági.
Kommunurnar hava ábyrgdina, tá dálking er inni á firðunum, men Tilbúgvingarstovnurin hevur yvirskipaðu ábyrgdina og skal kanna eftir, at kommunurnar gera sína skyldu.