Bogi Eliasen
stjórnmálafrøðingur, cand.scient.pol
Hvat er ST?
ST er ein alheimssamstarvsfelagsskapur, og flestu fullveldislond eru limir. Limatalið er 191. Tá ST bleiv stovnað í 1945, var limatalið 51. ST bleiv stovnað aftaná seinna heimsbardaga av vinnaralondunum, og endamálið var at byrgja fyri at slík oyðileggjandi kríggj kundu taka seg upp aftur. Aftaná fyrra heimsbardaga, bleiv sonevnda Fólkasamgongan sett á stovn, men hon virkaði ikki. Nógv hildu, at orsøkin var at Fólkasamgongan var bygd ov nógv á rættvísi og ov lítið á trygd, umframt at USA aldrin gjørdist limur. Við stovnanini av ST var tí semja um, at høvuðsdenturin skuldi leggjast á trygd, og bleiv hetta gjørt við sonevnda Trygdarráðnum.
Høvuðspartarnir
Høvuðspartarnir í ST eru Aðalfundurin, Trygdarráðið, Búskapar- og Sosiala Ráðið, Trusteeship Council (sum stendur fyri avtøku av hjálandaskipanum), Altjóða Dómstólurin og ST umsitingin. Høvuðssætið er í New York, men undirfelagskapir hava høvuðssæti aðrastaðni, t.d. í Geneve, Vien og Rom. Aðalskrivarin er hægsta starvið í ST. Tað er í dag Kofi Annan úr Ghana, sum situr í hesum starvinum.
ST-umsitingin
ST umsitingini er býtt upp í fleiri ráð, nevnd kontór ella deildir. Stjórin í hesum ráðum er samstundis eisini nevndur undir-aðalskrivari. Dømi um hesi ráð eru Office of Legal Affairs lógarráðið og Department of Political Affairs politiska ráðið. Øll hesi eru sjálvsagt undir Aðalskrivaranum Kofi Annan. Síðan 1997 hevur aðalskrivarin havt ein varaaðaskrivara knýttan at sær, hvørs høvuðsuppgávu er bygnaðarbroytingar. Umsitingin kann sostatt við fyrivarni samanberast við útinnandi valdið í eini politiska skipan.
Aðalfundurin
Aðalfundurin kann meira samanberast við Tingið, ella lóggevandi valdið í eini politiskari skipan. Øll limalondini eru umboðaði og eru, um tey ynskja, við í samráðingum og í tingingum. Harafturat eru fleiri nevndir, bæði fastar og ad-hoc og so tær sonevndu seks høvuðsnevndirnar ella standing committees. Tingformaðurin ella forsetin fyri aðalfundin er Jean Ping úr Gabon. Millum limalondini er stór kapping um at fáa stuðul og soleiðis verða valdur til sessirnar í Trygdarráðnum og Búskapar- og Sosiala ráðnum, sum verða mett at verða tey mest umráðandi, men eisini aðrir sessir eru at tingast um. Aðalfundurin byrjar hvørt ár týsdagin í triðji vikuni í september sum hevur minst ein arbeiðsdag. Sambært reglunum verður við byrjan avgjørt, hvussu langur fundurin skal verða. Øll limalondini eru umboðaðið og øll eru javnsett í atkvøðum uttan mun til stødd.
Trusteeship Council
Trusteeship Council hevur havt uppgávuna at taka av hjálandaskipanir. Hetta hevur verið skipað soleiðis, at hjálondini antin blivu samrunnin partur av miðveldinum, fingu fullveldi ella frælsan felagsskap. Hetta ráðið er ikki virkið longur, men til reiðar um mett verður at tøvur er á tí.
Trygdarráðið
Trygdarráðið er helst týdningarmesta ráðið í ST. Høvuðuppgávan er at arbeiða fyri altjóða friði og trygd, sambært grundreglunum hjá ST. Hetta inniber m.a. at eygleiða støður, sum kunnu elva til altjóða stríð; koma við semingsuppskotum; at meta um váða fyri vápnaðum stríði; at mæla til tiltøk til tess at fyribyrgja ella steðga stríði; at fara í vápnað stríð ímóti ágangandi stríðslandi ella londum; at loyva nýggjum limalondum í ST; at tilmæla Aðalfundinum hvør skal verða Aðalskrivari og saman við Aðalfundinum at velja dómararnar til Altjóða Dómstólin. Tá ST varð stovnað, var semja um at sterkastu londini máttu hava serligt vald fyri at tryggja frið, tí bleiv Trygdarráðið sett saman av fimm føstum limum, vinnandi stórveldini eftir seinna heimsbardaga, USA, Bretland, Frakland, Sovjet (sum nú er Russland) og Kina, sum part av tíðini hevur verið Teivan. Harafturat eru 10 lond vald fyri 2 ár, og hvørt landið hevur formansskapin í ein mánaða. Fyri at eitt uppskot skal verða samtykt í Trygdarráðnum, er neyðugt at tey fimm føstu londini atkvøða fyri. Tey hava eisini sýtingarrætt. Danmark hevur í løtuni sæti í Trygdarráðnum. Undir Kalda Krígnum virkaði trygdarráðið illa, serliga tí at Sovjet og USA nýttu sýtingarrættin móti hvørjum øðrum.
Búskapar- og Sosiala ráðið
Búskapar- og Sosiala ráðið hevur 54 limir, sum verða valdir á aðalfundinum fyri trý ár í senn. Høvuðsnevndirner eru m.a. skipaðar eftur hesum evnum; sosial menning, mannarættindi, kvinnurættindi, rúsevnir, vísund og tøkni fyri menning; og burðadygga menning. Hesin parturin av ST er sera umfatandi, og fleiri triðjaheimslond vilja heldur hava nevndarsess her enn í Trygdarráðnum.
Altjóða Dómstólurin
Altjóða Dómstólurin er ein av høvuðpørtunum í ST skipanani og týdningarmiklasti dømandi partur í skipanini. Dómstólurin er í Haag í Niðurlondum og er í stóran mun eitt framhald av Altjóða Dómstólinum undan Seinna Veraldarbardaga, sum var stovnsettur har í 1922. Dómstólurin hevur tvær uppgávur; onnur er at døma í ósemjum sum lond skjóta inn fyri rættin, og hin at ráðgeva løgfrøðilsliga altjóða stovnunum í ST familjuni. 15 dómarar verða valdir í dómstólin og eru teir valdir fyri 9 ár ágangin og kunnu dómararnir eisini afturveljast. 5 dómarar verða valdir triðja hvørt ár. Eitt land kann ongantíð hava meira enn ein dómara. Dómstólurin tekur bert støðu til mál millum tvey ST limalond.
ST felagsskapir Familjan og Stórfundurin
Sum sæðst á yvirlitinum av ST skipani, eru fleiri ST felagsskapir og nevndir. Alt hetta tilsamans verður nevnt ST-familjan. Tað ber ikki til í eini grein at koma inn á allar hesar partarnar av ST, men heldur at taka ein ella nakrar fáar partar í senn. Ætlanin við hesi grein er at vísa hvussu ST í høvuðsheitum er uppbygd og greiða frá ST nú stóri fundurin verður í komandi viku. 14. 16. september er sonevnda Wold Summit har meira enn 170 stjórnarleiðar hittast og fara at tosa um bygnaðarbroytingar í ST, og hvussu heimsins avbjóðingar skulu taklast. Vikuna aftaná byrjar Aðalfundurin, sum skal stinga kósina út í kortið og møguliga taka avgerðir hesum viðvíkjandi, um londini koma fram til semju.
Broyting skal til
Flest øll eru samd um at ST skal broytast. ST er ikki broytt nevnisvert síðan tað bleiv sett á stovn og heimurin í dag er ein annar. Men limalondini eru ikki øll samd um, hvussu ST skal broytast. M.a. ynskja fleiri eina broyting og onkur eina víðkan av føstu limunum í Trygdarráðnum, men tað hava føstu limirnir ikki so góðan hug til, tí so missa teir vald. G8 londini, tey ríku, hava t.d ikki somu áhugamál sum G77 londini, ið umboða fátækaru londini. Kofi Annan er sjálvur komin við einum uppskoti um broytingar, sum kjakast nú verður um, eins og broytingaruppskot verða send aftur og fram. Í løtuni er forfundur til stórfundin, sum verður komandi viku. Innrásin í Irak og Olju fyri Mat ætlanin eru dømir um, at ST ikki virkar nóg væl í slíkum kreppum. Broytingar mugu koma, spurningurin er bara um hvussu umfatandi tær verða og nær tær koma. Flestu eru samd um, at ein broyting má hava undirtøku frá USA, og ger hetta at USA hevur stórt vald í sam-ráðingunum. Hinvegin, gerst ósemjan so mikið stór, at eingin broyting verður framd, kann tað gerast endin á ST, tí skipanin er ov tung og sein, og ikki minst muturgølurnar vaksa ikki um álitið á felagsskapin. Tí kann sigast, at broytingar eru neyðugar, um ST framhaldandi skal verða alheims felagsskapurin.
Í komandi viku verður hugt nærri at toppfundinum World Summit, uppskotinum hjá Annan og teim ymsu broytingaruppskotunum, sum eru komin.
Keldur: www.un.org