Síðstu fýra minuttirnar av Sunset-dystinum á Skála í gjár stóð púra fast hjá StÍF, sum annars hevði havt Tjaldur á knøunum. Ninna Katrin Johansen, sum hevði lagt StÍF framum 24-22, fekk besta møguleikan við brotskasti, men skjeyt við síðuna.
Í staðin kundi Tjaldur við tveimum málum aftrat røkka upp á javnleikin, sum sanniliga sá út til at vera langt burturi, tá fyrri hálvleikur var av. Tá var StÍF á odda við níggju málum, og einki røktist fyri, at gestirnir av eystara armi á fjørðinum skuldu taka tey aftur.
StÍF hevur roynt tað fyrr, at renna Tjaldur meira ella minni um koll við skjótum spæli, samstundis sum verjan er nærløgd. Og hetta riggaði til fulnar í fyrra hálvleiki.
Sensatiónin kom ikki
Men StÍF fann ongantíð rútmuna aftur í seinna hálvleiki, tá Tjaldur sá út til at hava tikið seg saman, tí uppdekkingin hjá StÍF var ikki líka góð, eins og tað heldur ikki eydnaðist at fáa sett ferðina uppaftur.
Og tá so Tjaldur eftir bert einum korteri hevði fingið javnleik 19-19, fjaraði sensatiónin burtur, hóast StÍF stóð seg væl eftir hetta og ímóti endanum hevði fyrimunin, ið kundi gjørt munin og givið sigurin.
Tjaldur reið stormin av og er nú eitt stig aftan fyri VB og eitt stig framman fyri Neistan, sum eru tey bæði liðini, tær gulu úr Runavík kappast mest við í løtuni, nú FM-finalan ímóti Stjørnuni nærkast.
StÍF-Tjaldur 24-24 (15-6)
StÍF: Rebekka Justinussen 6, Louisa Andreasen 5, Ninna Katrin Johansen 5, Fríðrún Danielsen 4, Anna Petersen 3, Súnfríð Johansen 1
Tjaldur: Adina Petrea 8, Marinela Patru 5, Jacoba Langgaard 4, Annika Thomsen 3, Alina Olaru Anghel 2, Heidi Sevdal 1, Sarah Ann B. Thomsen 1