Í kvøld klokkan 19.30 verður stór gospelkonsert í Hoyvíkar Kirkju við andaligum - og jólasangum.
Jens Lisberg hevur tikið stig til hesa megnar konsert fyri at stuðla Í menniskjum góður tokki og afturat sínum tónleikabólki spælir tónleikabólkur og streingjakórið hjá Frelsunarherinum.
Í bólkinum hjá Jens Lisberg eru Petur Hermansen (steel guitar / kór), Anfinn Norðfoss (guitar /kór), Marius Müller (trummur), Johan Martin Jacobsen (bass /kór) Tummas Thomsen (klaver / kór) og Jens Lisberg (sang).
Konsertin er ókeypis, men savnað verður inn til átakið Í menniskjum góður tokki. Øll eru hjartaliga vælkomin.