Arbeiðsmarknaðurin
? Vit góðtaka undir ongum umstøðum, at ein skipan verður kroyst niðuryvir høvdið á pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, uttan at teir taka undir við tí.
Tað sigur Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins.
Javnaðarflokkurin er í andstøðu og vit hava spurt hann, hvat hann heldur um ætlanina hjá samgonguni at gera eina nýggja skipan fyri arbeiðsmarknaðin, har endamálið er at fáa betri skil á, so at vit sleppa undan arbeiðssteðgum í tíð og úrtíð.
Ein partur av hesi ætlan er at ætlanin at skipa ein víðkaðan gerðarrætt, sum skjótt skal kunna taka avgerðir um ósemjur um sáttmálan.
Fakfeløgini eru hart ímóti hesum, tí tey kalla hetta fyri ein arbeiðsrætt, saman hvussu tað verður nevnt og tað vilja tey ikki vita av.
Ein annar partur av hesi ætlan er at geva semingsmonnunum víðkaðar heimildir at útseta verkføll og tað vilja fakfeløgini heldur ikki góðtaka.
Deyðadømt
Jóannes Eidesgaard sigur, at tað tænir landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum til rós, at hann eisini hevur sent andstøðini uppskotið um nýggja skipan fyri arbeiðsmarknaðin til kunningar.
Javnaðarflokkurin er ikki liðugur at viðgera uppskotið.
Tí kann hann heldur ikki viðgera smálutir í uppskotinum.
? Men eg kann kortini siga so mikið sum tað, at javnaðarflokkurin fer ongantíð at góðtaka, at ein skipan verður kroyst niðuryvir partarnar á arbeiðsmarknaðinum, sum teir ikki taka undir við.
? Ætlar samgongan tað, er tað longu deyðadømt frammanundan, sigur formaður javnaðarfloksins.
Hann sigur, at tí noyðist Bjarni Djurholm at taka í egnan barm og at taka uppskotið aftur og at byrja av nýggjum, har hann leggur arbeiðið til rættis í samstarvi við partarnar á arbeiðsmarknaðinum.
Hann tekur annars undir við Bjarni Djurholm, tá ið landsstýrismaðurin vísir á, hvussu arbeiðsmarknaðurin er skipaður í hinum norðanlondunum.
Í grannalondum okkara er talan um skipanir, sum eru gjørdar í samráð við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, tí rigga tær.
? Men hetta eru samstundis skipanir, sum tey í hinum Norðanlondunum hava brúkt fleiri ártíggjur um at bygt teirra skipanir á arbeiðsmarknaðinum upp.
? Tær eru ikki gjørd ar einum høggi. Og tað er heldur ongin, sum sigur, at ein fullfíggjað skipan fyri okkara arbeiðsmarknað skal gerast í einum høggi heldur. Tað kann væl vera, at vit ikki røkka so langt í fyrsta umfari, men so er at taka tað, sum semja fæst um í hesum umfari og so er at royna at taka næsta stigið eina aðru ferð.
Stóra avbjóðingin hjá Bjarna
Formaður javnaðarfloksins veit, at tað kan vera trupult at fáa partarnar á arbeiðsmarknaðinum at semjast um nakað so grundleggjandi sum eina nýggja skipan fyri teirra viðurskifti, tí teir eru mestsum av sær sjálvum ósamdir um mestsum alt.
? Men júst tað at fáa partarnar at semjast, verður tann tann heilt stóra avbjóðingin hjá landsstýrismanninum. Tað er eitt ógvuliga trupult talv at telva, men tað er júst í einum føri sum hesum, at Bjarni Djurholm skal vísa, hvør dugur er í honum.
Og formaður javnaðarfloksins heldur, at gróðrarbotnurin fyri at fáa samráðingar í lag við feløgini á arbeiðsmarknaðinum, skuldi verið rættiliga væl tæðaður.
? Allir partar eru samdir um, at vit eiga at fáa eina nýggja skipan og tað er altíð eitt gott støði at fara undir samráðingar á. Men tað er greitt, at tað er neyðugt at fara fram við størsta varsemi, sigur Jóannes Eidesggaard.
Hann veit eisini væl, at tað kann vera trupult at fáa allar partar at semjast um aaallar smálutir í eini nýggjari skipan.
? Men tað kann ikki koma uppá tal at seta eina skipan í verk, ið teir ikki sum heild taka undir við. Tað einasta, sum betongdiplomati førir við sær, er, at alt fer í baklás og tá er onki vunnið, sigur Jóannes Eidesgaard.
Sí eisini viðmerking frá Lisbeth Petersen í sambandsflokkinum aðrastaðni í blaðnum.