Marknaðurin í Kairo tykist óvanliga bíligur fyri tíðina. Tíðindastreymurin fær virðini á partabrøvum at sveiggja óvanliga nógv, og tí ber til at liggja framvið og gera nøkur góð hál, sigur ein av íløguserfrøðingunum hjá HCBC.
Business-line, www.bl.fo skrivar, at stóru mótmælisgongurnar í Egyptalandi móti forsetanum Hosni Mubarak, hava havt stóra ávirkan á egyptisk partabrøv, og hetta hevur stóri íløgubankin HSBC fingið eyga á.
Hóast sera ótrygg viðurskifti í Egyptalandi viðmælir stóri íløgubankin sínum viðskiftafólkum at keypa egyptisk partabrøv. Bankans viðmæli er at økja um goymsluna av partabrøvum í Egyptalandi, nú kursirnir eru sera lágir.