Seinasta gott og væl hálva árið hevur Hanus Samró verið partur av Føroya Løgtingi, og tað er eitt mál, ið hann hevur arbeitt miðvíst fram ímóti síðani 2008.
- Politisku ambitiónirnar røkka langt aftur í tíðina, og at gerast formaður í HUXA var ein liður í at náa hesi málini, sigur Hanus Samró.
Tá so val varð útskrivað í fjør heyst, hevði ungi havnarmaðurin longu góða barlast at fara inn í valstríðið.
- Eg hevði góðar vónir um at tað fór at lata seg gera, at røkka inn um tinggátt, men tær vónirnar fingu eitt álvarsamt skot fyri bógvin tíðliga í valstríðnum. Eg var farin til pallborðsfund á Kambsdali, og hevði gjørt av at skifta taktikk, og vera afturhaldin, sigur Hanus Samró.
Og tað gav aftursláttur, eisini av øðrum ávum.
- Eg haldi, at ein av feilunum hjá mær var, at eg var ov ófyrireikaður, men eftir hetta fór eg at lesa upp á til valstríðið, so eg hevði hópin av hagtølum og øðrum í høvdinum sum paratvitan, sigur Hanus Samró.
Hann var greiður yvir, at skuldi hann inn á Løgting, skuldu tað í stóran mun vera atkvøðurnar uttan fyri Havnina, sum skuldi føra hann síðsta teigin inn um tinggátt.
- Har vóru nógv fólk, sum stóðu saman um meg og hjálptu mær, ikki minst nevndin í HUXA, vinfólk og handilssambond, sum eg hevði keypt tænastur frá, sigur Hanus Samró.
Fingið virðing
Tað skulu nógvir faktorar ganga upp í eina hægri eind, skuldi tað eydnast.
- Og tað skuldi eisini vísa seg, at tað vóru atkvøðurnar uttan fyri Havnina, sum í síðsta enda bjargaðu mær, sigur Hanus Samró.
Ungi maðurin hevði longu gjørt vart við seg í eitt nú sendingum, har fólk bitu merki í kontroversiell úttalisli, so sum aktiva deyðshjálp.
- Eg ætlaði ongantíð at provokera, men úttalilsini vórðu ofta tikin út úr samanhangi, og forkláringin aftan fyri kom tí ikki við, sigur Hanus Samró.
Líkamikið, hann kom á ting, og tað var sum vera man ein nýggj uppliving.
- Eg kendi einki til tingarbeiði annað enn tað, sum eg hevði lisið og hoyrt, men eg var ikki bilsin, tí eg var greiður yvir, at hetta var álvars arbeiði, sigur Hanus Samró.
Hann sigur seg eisini hava fingið eina heilt aðra uppfatan av nógvum av teimum politikarum, hann arbeiðir ímillum.
- Mangir av politikarunhum, sum í sosialu miðlunum verða hartaðir fyri ikki at vera ov gløggir, hava víst seg at hava eitt sera gott politiskt hegni, og eg havi fingið størstu vrðing fyri nógvum teirra, sigur Hanus Samró.
Priviligeraður
Ein vanligur gerandisdagur hjá Hanusi Samró sær soleiðis út, at hann byrjar dagin við einum nevndarfundi í einari løgtingsnevnd klokkan 9, síðani er tað tingarbeiði frá 11, áðrenn farið verður á Fróðskaparsetrið klokkan 13. Av tí sama, missur hann eisini nógvar fyrilestrar, tí fleiri av fakunum byrja um morgunin.
- Eg lesi stjórnmálafrøði, sum í veruleikanum er politikkur, so eg man vera ein av fáum í øllum heiminum, sum lesi politikk, fyri síðani at praktisera teorriina í løgtinginum, sigur Hanus Samró.)
Eftir loknan skúladag gongur leiðin so aftur í Løgtingið klokkan 15 at arbeiða, til tingsetan er liðug.
- So eg meti meg priviligeraðan at kunna praktisera tað, sum eg lesi samstundis, sigur Hanus Samró.
Eitt, sum rann saman við valstríðnum, var liðugtgerð av skaldsøguni, sum hann hevði sett sær fyri at skriva, áðrenn hann fylti 25.
- Av tí at eg helt meg hava ein møguleika at koma á ting, mátti eg fáa skaldsøguna frá hondini, tí var eg fyrst komin á ting, fór helst at gerast seinur dagur, áðrenn skaldsøgan bleiv liðug, sigur Hanus Samró
Skrivaði skaldsøgu
Forsøgan til skaldsøguna er long.
- Vit fluttu til Hollands í 2003, og ætlanin var, at vit skuldu vera har í tvey ár. Men tað var rættiliga trupult, tí eg var ikki so stinnur í enskum. Kortini gjørdu vit av, at eg skuldi gera lesnaðin lidnan í Hollandi, tí talan var um ein sera góðan skúla, og tað merkti, at vit komu ikki heim aftur fyrr enn í 2007, sigur Hanus Samró.
Hann hevði í fyrstani, sum mál, at gera seg lidnan við skúlan. Tá ið hann nærkaðist endanum av útbúgvingini í Hollandi, setti hann sær nýggj mál: skriva skaldsøgu, stovna egið fyritøku og koma í Løgtingið.
Í januar 2008 flutti Hanus aftur til Føroyar, har hann fekk starv og undirvísti í 4., 5. og 10. flokki í Eysturskúlanum.
- Serliga í 10. flokki merkti eg, at næmingarnir tímdu ikki at lesa, og við at kanna nærri eftir kom eg fram á, at lesibøkurnar vóru um snørisfiskimenn og líknandi, har næmingarnir als ikki kendu sína samtíð aftur. Og tað setti ferð á ætlanirnar við skaldsøguni, sigur Hanus Samró.
Tað var í Hollandi, at hann setti sær sum mál at stovna egið virki, skriva eina skaldsøgu og gerast virkin í politikki, áðrenn hann hevði fylt 25 ár.
- Og upplivingin í Eysturskúlanum førdi so til, at eg gjørdi av at skriva eina ungdóms skaldsøgu, sum so gjørdist til ”Tey bæði – trúfesti og fullkomin friður”, ið kom út í november í fjør, sigur Hanus Samró.
Uppruna útkastið til skaldsøguna varð liðugt í august 2010, og hann lat so handritið til rættlestur. Hetta fekk hann aftur í januar 2011, og síðani arbeiddi hann við bókini við millum annað at fáa ein serfrøðing, ein rithøvund og ein ungan mann, at gjøgnumganga handritið, men hesir vóru ósamdir um, hvat var gott og hvat ikki var so gott.
- Eg var sum lús millum tvær negl, tí hvat serfrøðingurin segði var gott, helt rithøvundurin ikki vera gott, og tað sum rithøvundurin helt vera gott, dámdi serfrøðingurin ikki. Í triðja lagið hevði eg unga mannin, sum hevði nakrar viðmerkingar, men hann dámdi handritið øgiliga væl. Endin var so tann, at eg tók eitt sindur av báðum, tí bókin skuldi vera liðug, áðrenn valið varð útskriva. Ætlanin var eisini, at eitt forlag gav hana út, men tey mettu, at handritið ikki var búgvi. So tók eg bara í egnan barm, tók lán frá bankanum og gav bókina síðani sjálvur út, og so mátt bókin bara bera ella bresta, sigur Hanus Samró.
Fyrsta ólavsøkan
Alt er spennandi og nýtt hjá einum nýggjum tinglimi, og nú stendur ólavsøkan fyri durum.
- Hetta verður mín fyrsta ólavsøka og mín fyrsta skrúðgonga, so eg eri ótrúliga spentur. Eg sleppi at ganga ólavsøkuskrúðgongu 24 ára gamal, og tað haldi eg er tað yngsta nakrantíð, uttan at kunna siga tað við vissu. Langabbi mín, Tummas á Kjalnesi hevur eisini gingið skrúðgongu á ólavsøku, og fyri at gera hendan dagin serligan, kunnu omma, sum er dóttir Tummas á Kjalnesi, og abbi, Asbjørn og Minna Petersen, halda gullbrúdleyp hendan dagin, sigur Hanus Samró.
- Hetta verður ein stór løta fyri meg, men eisini fyri nevndina í HUXA og mongu vinirnar, ja, allan ungdóm, tí tað vísir, at um tú arbeiðir hart og málrættað, so ber alt til í einum fólkaræði, sigur Hanus Samró.
Hann heldur, at eisini tey nógvu tilkomnu, sum hava víst honum álit, hava ein stóran dag.
- Eg eri bara toppurin av ísfjallinum, sigur Hanus Samró.
Annars hevur hann eina fasta og greiða skrá fyri ólavsøkuna.
- Ólavsøkuaftan verður tað kappróður, men heldur ikki so nógv annað enn tað. Kanska ein nátturabiti hjá onkrum vinmanni. Og ólavsøkudag er tað so skrúðgongan, setan av tinginum, og so skulu vit hátíðarhalda gullbrúdleypið hjá ommu og abba, sigur Hanus Samró.
Dagurin endar við nátturða hjá einum vinmanni, hvørs familja setur føroyska mentan høgt í metum.
- Har savnast nógvir góðir kvøðarar, og sjálvur havi eg roynt sum frægast at lært meg okkurt kvæði eisini. Brestiskvæði skal sita áðrenn ólavsøkuna, og har er serliga eitt ørindi, ið mær líkar væl:
Satt hann sigur sonur mín
Brestir tók til orða
eingin skal hjá ungum alvi
bragdarahugin forða
Stúrdi fyri skrúðgonguni
Men tað hevur ikki einans verið við gleði og spenningi, at ungi tingmaðurin hevur sæð fram móti ólavsøkuni og skrúðgonguni.
- Soleiðis, sum eg sá tað, hevði eg tríggjar møguleikar. Eitt er at fara av landinum, og lata næsta mann taka við. Tvey er at ganga í skrúðgonguni og trý at sita í rullistóli, sigur Hanus Samró.
Og hetta er ein spurningur, sum hann hevur tikið í størsta álvara.
- Eg havi tosað nógv við familjuna um hendan spurning. Og eg eri nústaðni komin til ta niðurstøðu, at eg skal ganga skrúðgonguna. Hetta verður tí møguliga bæði mín fyrsta og síðsta ólavsøkuskrúðgonga, sigur Hanus Samró.
Hann sigur, at hetta er ein avgerð, sum er tikin, og sum hann ætlar sær at liva við.
- Eg gangi, og hendir nakað, so er tað ein avleiðing av teirri avgerð, eg havi tikið, sigur Hanus Samró.
Sum nevnt er alt nýtt hjá einum nývaldum tinglimi, soleiðis eisini hjá Hanus Samró.
- Alt er nýtt fyri mær, eisini setan av tinginum á ólavsøku, og eg ætli mær at halda fram so leingi, sum máttur er í beinunum, og eg ikki eri til skaða fyri meg sjálvan og familjuna, sigur Hanus Samró.