Arsenal skal spæla móti Atletico Madrid í semifinaluni í Europa League seinni í mánaðinum. Hin semifinalan verður millum Marseille og Red Bull Salzburg.
Atletico Madrid og Arsenal hava verið mett sum favorittar at vinna kappingina, men heldur enn at fáa eina finalu millum tey bæði liðini, skulu tey nú spæla tvær semifinalur.
Arsenal hevur vanliga torført at spæla móti sponskum liðum. Teir hava bara vunnið ein av seinastu seks dystunum móti liðum úr Spania og hava tapt tríggjar teir seinastu. Seinast í 2015/2016 tá teir taptu 2-0 og 3-1 móti Barcelona. Av teimum seinastu níggju ferðunum, at Arsenal hevur spælt móti spanskari mótstøðu, eru teir komnir víðari fimm ferðir og slignir út fýra ferðir.
Níggju ferðir hevur Atletico Madrid møtt enskari mótstøðu í endaumfarinum og sjey ferðir er tað spanska liðið, sum er komið víðari, meðan Atletico er sligið út tvær ferðir. Seinast Atletico spældi móti einum enskum liðið í semifinaluni, var í 2009/2010, tá teir vunnu móti Liverpool. Atletico Madrid vann eisini finaluna tá.
Marseille og Red Bull Salzburg vóru í sama bólki í bólkaspælinum og hava tí longu spælt tvær ferðir móti hvørjum øðrum í kappingini. Salzburg vann 1-0 á heimavølli, meðan dysturin í Stade Velodrome í Marseille endaði 0-0.
Dystirnir eru 26. apríl og 3. mai. Finalan verður í Lyon 16. mai.