Stórfingnir dagar í Keypmannahavn

? Krúnprinsabrúdleypið er tað stórfingnasta eg havi verið við til, tí alt var so flott og stílfult. Men tað var eisini ógvuliga strævið, sigur Edfríð Joensen

Kongligt brúdleyp

? Hetta var eitt stórt upplivilsi. Tað var sum í ævintýrunum.
Edfríð Joensen á Oyri hevur júst upplivað nakrar hugtakandi dagar í kongsins Keypmannahavn.
Saman við manninum, Edmundi Joensen, løgtingsformanni, var hon boðin í brúdleyp hjá nýggju krúnarvingunum.
Og tað var eitt brúdleyp, sum vardi tað mesta av eini viku.
?Hetta var eitt brúdleyp, sum var so stórt og stórfingið sum í einum ævintýri, sigur hon.
Hetta er annars ikki fyrstu ferð, at Edfríð er í kongligari hátíðarveitslu.
Hon hevur áður verið í brúdleypi hjá Joakim, prinsi og Alexandru, prinsessu og hon var eisini í trúðlovilsisgildi hjá Fríðrikki og Mary.
? Men at vera í brúdleypi hjá krúnarvingunum, var eitt serligt upplivilsi, leggur hon afturat.
? Tað var heilt ótrúligt, sum alt var vakurt pyntað við blomstrum. Og pyntið var eisini so ótrúliga gjøgnumført við einum reyðum liti sum gekk ígjøgnum allastaðni.
Tað vóru kanska mong, sum ivaðust í, hvussu tað fór at eydnast at eta brúdleypsdøgverða í einum tjaldi.
Men Edfríð sigur, at har var óneyðugt at koma afturum aftur.
Tjaldið var hvítt og hóast tað vóru yvir 400 fólk til døgverða, var ivaleyst mikið av plássi. Á øðrumhvørjum borði vóru blómuprýðini høg og á øðrumhvørjum borði vóru tey lág og annars var alt tjaldið prýtt við blómum. Og undir loftinum hingu ljósakrúnur.
? Tað var so vakurt og hátíðarligt, tað skuldi upplivast, tí tað ber illa til at greiða frá tí, sigur Edfríð Joensen.
Men tað var annars ikki sum eitt føroyskt brúdleyp, tí her vóru bara tríggjar talur og sangur var so ongin.

Sera strævið
Men Edfríð Joensen viðgongur eisini, at tað var ómetaliga strævið til tíðir.
? Tað var ofta leingi at bíða og onkustaðni skuldu vit bíða standandi.
Hon nevnir at til døgverðan stóðu tey í tjaldinum og bíðaðu í yvir tveir tveir tímar, tí ongin mátti seta seg, fyrrenn tey kongligu vóru komin og tey vórðu seinkað.
Har vóru øll so ómetaliga fín og nógv vóru í ógvuliga fínum, síðum kjólum so í veruleikanum var eisini neyðugt at ansa væl eftir fyri ikki at traðka í kjólan hjá onkrari fínari dámu, sigur Edfríð flennandi.
Hon sigur, at trygdartiltøkini gjørdu, at tað bar ikki til at fara heim ímillum at skifta, so teimum klæðunum, tú vart í, teimum mátti tú vera í.
? Gøturnar rundanum vóru rætt og slætt avbyrgdar, so har kundi ongin ferðsla vera og tað bar heldur ikki til at ferðast, um okkum lysti. Vit koyrdu allastaðni í bussi fyri at trygdarvørðarnir kundu hava tamarhald á, hvørji fólkini vóru.
Hon sigur, at tað var ógvuliga møðsamt, men alt var so stílfult, at tað kundi ikki vera talan um at seta seg niður við borðið at bíða eftir teimum kongligu.

Heilsaði upp á øll
Annars heldur Edfríð eisini, at tað var eitt stórt upplivilsi at sleppa at heilsa uppá øll tey kongligu.
? Tey stóðu øll lið um lið og tóku ímóti okkum, bæði drotningin, Heindrikkur, prinsur, brúðarparið, foreldur hennara og prinsessurnar Anna Maria og Benedikta og menn teirra, Konstantin kongur og Richard, prinsur.
Edfríð Joensen sigur, at av tí, at hetta ikki er fyrsta tiltakið av hesum slagi, hon er við til, er hon komin at kenna fleiri av fólkunum, serliga tey í fólkatinginum.
Hon prátaði m.a. við Mejdal og konuna, Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharran og konuna, og Svend og Margrethe Auken eru altíð fryntlig og prátingarsom at hitta.
?Fólk eru í veruleikanum heilt ótrúliga fitt og fryntlig og løtt at práta við. Onkur kundi kanska stúrt fyri, at koma at følt seg eitt sindur einsamallan í slíkum selskapi, men tað er tað als ongin orsøk til, tí øll eru ógvuliga blíð og prátingarsom.
Og so upplivdi Edfríð eisini, at tey føroysku klæðini eru eitt gott amboð til at fáa samband við fólk uppá.
? Í kongliga leikhúsinum stóð eg og eygleiddi konu kanadiska sendiharran, tí hon var serstakliga fín.
?Brádliga stevnir hon beint yvir ímóti mær og fer at tosa við meg um, hvussu flott hon helt, at tey føroysku klæðini vóru. Hon rópti eisini mannin yvir at tosa og so prátaðu vit eina løtu um leyst og fast.
? Tað er kanska skjótt at fáa nervar fyri, hvussu tað nú fer at gangast ímillum hesi fínu fólkini, ella fyri at koma til at gera okkurt býtt.
? Men tað er heilt óneyðugt, tí hóast tey hoyra til ein úrvaldan skara, eru tey í veruleikanum tey ikki annað enn vanlig fólk og tey er skjótt, at tey fáa ein at føla seg væl tilpassar, sigur Edfríð Joensen.