Óstýriligi Arnbjørn søkti AB

Vodafonedeildin - EB/Streymur vann stórsigur á AB í einum dysti, har Arnbjørn Hansen var serliga eygsýndur, og skoraði heili fimm mál í 6-0 sigrinum. Úrslitið hevur við sær at EB/Streymur nærkast oddinum, meðan argjamenn hava nógv at rættað uppá, um teir skulu yvirliva í Vodafonedeildini

Við álopsboganum spentum á tamb, skúgvaðu sundalagsmenn alla mótstøðu til viks, og vunnu at enda ein knúsandi 6-0 sigur á AB. Sigurin kundi gott verið væl størri, tí sundalagsmenn høvdu nokk av kjansum. Argjamenn hin­vegin, formáddu sær ikki nógv ímóti einum serstakliga væl upp­løgdum EB/Streyma liði, sum til tíðir vísti álopsspæl í serflokki. Serliga vóru Hans Pauli Samuelsen, Daniel Udsen og ikki minst fimm málskjúttin, Arnbjørn Hansen, ein torn í holdinum hjá ótryggu AB verjuni allan dystin.
– Vit spæla ein sera góðan dyst, har vit hava góðan samanhang mill­um verju og álop. Av tí sama fáa álops­sinnaðu spælarnir góðar arbeiðs­treytir, og kunnu vísa hvør dugur er í teimum. Somuleiðis er tað gleðiligt at vit gagnnýta okkara kjansir, var niðurstøðan hjá Heðin Askham eftir dystin.
Persónlig mistøk kostaðu
Tey hava ikki nógv at fegnast um í AB leguni. Argjamenn komu norður í Sundalagið, fyrst og fremst fyri at verja borg, men fingu als ikki fótin fyri seg í dystinum, og blivu ístaðin sendir suður aftur við einum stórtapi í viðførinum.
– Tá vit tapa 6-0, so er okkurt galið. Vit gera alt ov nógv per­són­lig mistøk í dystinum, og tá sunda­lags­menn spæla upp til sítt besta, so koma mistøkini at kosta okkum dýrt, segði ein vónsvikin Sámal Erik Hentze, sum tó ikki hevur mist vónina um at yvirliva í Voda­fonedeildini.

Fimm ferðir Arnbjørn
Frá fyrsta bríksli løgdu sundalags­menn eitt tungt trýst á AB verjuna, sum hevði sera stórar trupulleikar av Arnbirni Hansen, ið var sera lívligur í álopinum hjá EB/Streymi. Tískil var tað fult í trá við spæl og kjansir, tá Arnbjørn kundi leggja EB/Streym á odda 1-0 í 14. minutti.
Sundalagsmenn hildu á við at trýsta, og Daniel Udsen skuldi havt økt til 2-0, men málverjin bjargaði brotsparkinum. Stutt fyri hálvleik var Arnbjørn aftur uppá spæl, og økti til 2-0, sum eisini gjørdist hálv­leikstøðan.
Dystargongdin var tann sama eftir steðgin. Sundalagsmenn høvdu fult tamarhald, og gjørdu næst­an hvat teimum lysti. Tað gjørdi ikki AB verjuna, at miðverjin, Rói Danielsen, mátti av vøllinum við brotn­ari nøs fyri steðgin.
Innan ein tími var farin av dyst­inum hevði Arnbjørn skorað sítt triðja mál, tá hann umsetti eitt brotspark til mál, og í 72. minutti skoraði hann til 4-0. Tríggjar min­uttir seinri økti Hans Pauli til 5-0, áðrenn Arnbjørn í yvirtíðini skor­aði til 6-0 við sínum fimta máli í dystinum, og setti harvið punktum fyri einum megnar avriki hjá sunda­lagsmonnum.
EB/Streymur nærri oddinum
Við sigrinum kom EB/Streymir trý stig nærri odddinum, meðan nógv skal broytast hjá argjamonnum, um teir skulu varðveita sætið í Voda­fonedeildini.