DM-gull
Tað er einki at ivast í, at Sibosisu Zuma var í góðum lag sunnudagin. Undan dystinum varð hann kosin ársins leikari hjá FCK, og málið hjá honum í dystinum, mundi vera eitt hitt besta í superliguni í ár.
Sjálvur hevði hann eisini ilt við at fata alt hetta, tá vit fingu orð á hann eftir dystin.
- Hetta er bara heilt ótrúligt. Í løtuni eri eg snøgt sagt alt ov spentur til at hugsa um nakað sum helst.
- Fyri meg er hesin dagurin heilt óveruligur. Alt hevur gingið upp á stás. Eg varð kosin ársins leikari og skoraði eisni hatta málið. Tað er bara heilt ótrúligt.
Todi er tann besti
Í mun til nógvar aðrar dystir, so hevði Zuma ikki vanliga makkaran við sær frammi í álopinum. Spurdur, hvat tað er, sum ger at samspælið millum hann og Toda riggar so væl, sigur Zuma, at tað bara er nakað, sum hevur riggað væl.
- Eg veit ikki akkurát hví, men tað riggaði bara beinan vegin. Restin av liðnum hevur eisini fungerað væl, og tá verður tað lættari. Yvirhøvur haldi eg, at vit hava góðar áleyparar, og samanspælið hjá mær hevur riggað væl saman við øllum teirra.
Hetta skal tó ikki skiljast soleiðis, at Zuma ikki heldur nógv um Toda.
- Todi er kalla ein fullkomin spælari. Hann hevur skjótleika og styrki sum fáur, og eg haldi meg kunna siga, at hann er so nógv tann besti leikarin, sum vit eiga. Tað er einki sum kann steðga honum, sigur altso Sibosusu Zuma at enda.