Stórt mentunartiltak í Suðuroynni

Um vikuskiftið hittust einir 500 dansarar úr øllum landinum á landsdansistevnu í Suðuroy

Triðja hvørt ár skipar Sláið Ring, landsfelagið føroyskum dansi at frama, fyri landsdansistevnu fyri øll dansifeløgini. Og um vikuskiftið varð stevnan hildin í Suðuroy, har eini 500 fólk vóru komin saman, har tey fýra dansifeløgini í oynni vóru vertir.

Men eisini fleiri limir úr føroyska dansifelagnum í Danmark, Fótatraðk, høvdu leitað sær heim á klettarnar til hetta høvi.

Og tað var eitt tiltak, sum eydnaðist stak væl. Fríggjakvøldið var tiltak í Vági við fyrilestrum og dansi og leygarkvøldið var veitsla í Trongisvági.

Tað var sumbingurin, Bjarni í Steinhúsinum, sum setti stevnuna, og aftaná bjóðaði Ketty Andreasen av Tvøroyri vælkomin.

Aftaná borðhaldið, sum vardi í einar fýra tímar, var farið upp á gólv. 15 feløg úr øllum landinum og eisini felagið úr Danmark, skipaðu hvør sítt kvæði.

Dansað var til alljósan morgun, tá flestu gestirnir norðanfjørðs fóru beinleiðis umborð á Smyril og norður aftur.

Sum skilst, vóru fólk væl nøgd við dansin og kvøðingina, har høvi var at hoyra bæði væl kend og minni kend kvæði.

Serstakliga stuttligt var at hoyra einans 14 ára gamla Jens Thomsen úr Sandvík skipa Gunnar á Líðarenda, sum Poul á Gaddinum úr Sumba yrkti.

Næsta dansistevnan um trý ár verður á Sandoynni.