Marianna Mørkøre er upprunaliga útbúgvin innan Fashion Promotion í London, men hevur arbeitt nógv innan filmslist í Týsklandi, Kanada og Danmark eitt nú í samstarvi við Rannvá Káradóttir og Andras Olsen. Maria Arnell er útbúgvin fotografur í London og hevur starvast í Svøríki, Týsklandi og Ungarn.
Mánadagin skipaðu Marianna og Maria fyri upptøkuroynd í fimleikahøllini í Sankta Frans Skúlanum, og longu 15 minuttir áðrenn dyrnar lótu upp vóru fleiri gentur komnar niðan í skúlan:
- Tá eg sá, hvussu nógvar gentur vóru komnar til upptøkuroyndina, varð eg rætt og slætt tikin á bóli. Veðrið var eisini ringt tað regnaði illa, men í alt komu 27 gentur til upptøkuroyndina bæði av bygd og úr Havn, sigur Marianna Mørkøre.
Genturnar, ið verða valdar út, sleppa í fyrstu atløgu at taka myndir til eina myndarøð, men somuleiðis fer Marianna at taka upp við einum gomlum filmsmyndatóli:
- Tað hevur ikki verið lætt, men at enda fann eg eitt gamalt Super8 filmsmyndatól. Við hesum myndatólinum fari eg at royna at gera myndarøðina livandi. Tá skulu genturnar einki siga, men verða ein livandi variantur av myndunum. Sjálv myndarøðin verður statisk og surrealistisk, og alt verður tikið upp í føroysku náttúruni, ið altíð fangar uttanlands. Mótsetningurin millum tær einsháttaðu genturnar og fjølbroyttu náttúruna ger, at myndirnar verða surrealistiskar.
Í verkætlanini verður somuleiðis stórur dentur lagdur á klæðini, men talan er tó ikki um eina vanliga modellmyndarøð:
- Myndarøðin skal verða svørt/hvít og tíðarleys, men klæðini fara tó at hava týdning fyri heildarmyndina, sigur Marianna og leggur afturat, at eftir ætlan verður myndarøðin víst fram á ymiskum myndlistasøvnum her heima og uttanlands:
- Uttanlands fara myndirnar eftir ætlan at verða sýndar fram á myndlistasøvnum í Münschen og Budapest. Somuleiðis ætli eg at fáa tær í fleiri tíðarrit, myndakappingar og festivalar.
Hvørjar tær fimm hepnu genturnar verða, ið sleppa við, fáa vit at vita fyrst í næstu viku. Í løtuni situr Marianna og hyggur gjølla eftir øllum myndunum, hon hevur tikið, og velur tær genturnar út, sum hóska best til verkætlanina:
- Tað er ikki lætt at velja. Vit leita ikki eftir eini ávísari gentu, men heldur eftir áhugaverdum looks. Genturnar skulu tó líkjast eitt sindur, og javnvágur skal vera í hædd og bygnaði. Tær genturnar, ið ikki sleppa við, skulu ikki taka tað persónligt og verða vónbrotnar. Orsøkin til, at tær ikki verða valdar út, er ikki, at tær ikki hava møguleika framman fyri myndatólinum, men heldur tí, tær ikki hóska júst til hesa verkætlanina, sigur Mariannna Mørkøre at enda.
Upptøkurnar verða í mai og myndirnar verða framkallaðar í einum myrkarúmi í Føroyum.
--
Genturnar spentar
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Tá Sosialurin kom á gátt í fimleikarhøllini í Sankta Frans Skúla, stóðu nógvar gentur og bíðaðu spentar eftir at sleppa inn. Vit prátaðu vit tríggjar, ið júst høvdu verið inni:
Elin Brimnes, 15 ár:
Eg havi ongantíð verið til eina upptøkuroynd áður, men tað var stuttligt, spennandi og øðrvísi at royna tað í dag. Inni í fimleikahøllini skuldi eg gera ymiskar andlitsrørslur framman fyri myndatólinum og ganga aftur og fram á gólvinum. Tað var kanska undarligt at standa framman fyri myndatólinum uttan sminku, men tað var eitt krav. Eg gleði meg at fáa at vita, hvør sleppur við. Sjálvandi vil eg fegin sleppa við, men eg verið tó ikki grátkomin, um eg ikki sleppi.
Rakul Tróndheim, 14 ár:
Mamma vísti mær á eitt blað, har tað stóð, at upptøkuroyndin var á skránni. Og so vildi eg bara gera eina roynd. Tað er keðiligt, at slík tiltøk so sjáldan eru í Føroyum. Gentur í mínum aldursbólki vilja fegnar royna slíkt, men eru tó í síni heild heldur viðbreknar, smædnar og bangnar fyri, hvat onnur halda. Tí er tað stuttligt at síggja, at so nógvar gentur, eru komnar her í dag. Sjálv havi eg ongantíð roynt tílíkt, men hóast hetta var fjáltur ikki á mær í dag. Tað hevði avgjørt verið stuttligt, um eg hevði sloppið við.
Barbara Álaberg, 15 ár:
Tá eg hoyrdi um hetta tiltakið, helt eg alt fyri eitt, at tað var spennandi. Tað kendist væl at standa framman fyri myndatólinum, hóast eg ikki altíð eri so fotogen. Eg skuldi vera ein erpin kona, og ein keddur hundahvølpur framman fyri myndatólinum. Annars veit eg ikki rættiliga, hvat eg fái burtur úr at vera við, men so havi eg í øllum førum roynt tað. Eg haldi avgjørt, at fleiri verkætlanir av hesum slag áttu at verið í Føroyum, tí vit gentur vilja gjarna royna okkum. Eg ynski ikki endiliga at verða modell, men eg tími væl at spæla film seinni í lívinum. Tá kemur hetta tiltakið mær kanska til góðar. Um eg sleppi við til hesa verkætlanina, verið eg bilsin og glað.