Higartil í hesari EM-undankappingini hevur Hans Fróði Hansen verið tann mest eyðsýndi av teimum trimum garpunum í miðverjuni, men hesa ferð vóru tað liðformaðurin Jens Kristian Hansen og metmaðurin á liðnum, Óli Johannesen, sum avgjørt stóðu sterkastir í myndini av øllum.
? Vit kendu ikki tað trýstið á okkum, sum vit gjørdu, tá vit spældu í Glasgow fyri fýra árum síðani, staðfesti Óli Johannesen, ið dugdi sera væl at lesa spælið og var sannførandi, tá hann fór inn í nærdystirnar. At hann aftur hesa ferð var óheppin, tá bólturin rakti í hælin á honum og snýtti hinar í verjuni, kann tað ikki sigast so nógv um.
Jens Kristian Hansen iðraði seg um, at fótbóltsspælið var so vánaligt í 1. hálvleiki, og hann helt ikki, at skotarnir vóru serliga vandamiklir.
Men tú hevði hondina á bóltinum í 1. hálvleiki. Átti dómarin at havt bríkslað fyri brotssparki?
? Bólturin rakti í hondina hjá mær, eftir at teir høvdu lyft upp um Jákup Mikkelsen inni í fimm metrinum í høgra borði, og eg vil siga tað soleiðis, at eg havi sæð brotsspørk, sum eru dømd fyri minni enn hatta, men í tí førinum vóru vit hepnir. Men so skulu vit eisini minnast til, at dómarin bara dømdi fríspark og gav einki kort, tá Todi Jónsson heilt tíðliga var leysur mitt fyri. Eg havi eisini sæð dómarar givið gul og reyð kort fyri slíkar støður.
Trupulleikar við
smáu monnunum
Hans Fróði Hansen var sjálvandi sera uppsettur at sannføra skotarnar í Motherwell um, at teir gera rætt í at gera íløgu í hansara fótbóltsevni, men tað var um reppið, at leirvíkingurin í HB ikki kom á vøllin. Undan dystarbyrjan hevði Allan Simonsen umhugsað at seta Pól Thorsteinsson inn í miðverjuna og at lata Jóhannes Joensen, sum sostatt hevði fingið sín fyrsta landsdyst, fáa plássið á høgra vongverja. Hetta hevði venjarin umhugsað, tí skotarnir høvdu tveir smáar menn í álopinum, og tað sást eisini, at Hans Fróði hevði ávísar trupulleikar í 1. hálvleiki, tá teir spældu á jørðini. Í luftini var hann sera sterkur alla tíðina.
Venjarin hjá Motherwell fór úr starvinum, meðan landsliðið var í Skotlandi, men Hans Fróði Hansen sigur, at hetta fer ikki at hava árin á ætlanirnar um, at hann í komandi viku skal til venjingar í skotska felagnum:
? Avtalan er gjørd við stjóran í felagnum og ikki við venjaran, og eg dugi onga orsøk at síggja til, at venjingarferðin skal verða avlýst, staðfesti HB miðverjin.
Sámal píndist
Á miðjuni sást tað eitt sindur til, at Sámal Joensen hevur verið plágaður av bruna í skinnabeininum í fleiri vikur, men GÍ miðvallarin beit pínuna í seg og spældi allar 90 minuttirnar, og tað var hann, sum hevði síðsta fótin á, áðrenn Todi Jónsson varð feldur í brotsteiginum.
Tað var Colin Hendry, sum sparkaði Toda, og tað var eisini stóri verjumaðurin, sum tíðliga í 1. hálvleiki gav Sámali Joensen ælbogan, so gøtumaðurin umborð á flogfarinum hevði eina blóðsamling á vørrini sum minni frá dystinum.
? Men hann gjørdi hatta ikki við vilja. Eg havi tikið nógvar pínutablettir síðstu dagarnar, men tað hevur verið undir eftirliti av læknanum, so tað hevur ikki verið talan um doping. Nú havi eg ilt, men tíbetur verður ein langur steðgur nú, so tað verður tíð at koma fyri seg aftur, segði Sámal Joensen.