Í morgin verður ein stórur flogbóltsdagur í Badmintonhøllini norðuri í Klaksvík. Tá verða tær fýra hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum og monnum leiktar.
Leikt verður soleiðis:
Klokkan 13.00 (M) Mjølnir - SÍ
Klokkan 15.00 (K) SÍ - KÍF
Klokkan 17.00 (M) Fleyr - ÍF
Klokkan 19.00 (K) Fleyr - Mjølnir
Flogbóltsfrásøgumennirnir hjá FM1, Hilmar Jan Hansen og Óli G. Samuelsen fara at siga beinleiðis frá tveimum hálvfinalum í part. Helmað verður ikki í á FM1 fyrrenn tann seinasti bólturin í tí seinasta dystinum er sligin í gólvið. Byrjað verður at senda klokkan 12, tá Óli G. Samuelsen hevur upptakt við gestum og viðmerkjarum í Badmintonhøllini norðuri í Klaksvík.
Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7 FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina longri samrøðu Óli G. Samuelsen gjørdi við Magnus Tausen, formann í FBF í sendingini SportBoxini á FM1 seinnapartin.
Magnus Tausen staðfestir, at Mjølnir hjá monnum í mun til gongdina í landskappingini er ein stórur favorittur at vinna á SÍ, men Magnus slær fast, at eingin eigur at undirmeta SÍ í steypadystum.
Magnus Tausen væntar, at hinir tríggir dystirnir verða javnir og spennandi og kunnu saktans blíva fimmsettarar.