Sum greinskrivarin segði: ”Hvussu ber tað til, at so nógvir føroyingar hava fingið tað undarligu vanlagnu, at teir ikki tora at brúka tað natúrliga og ókonstrueraða málið, teir hava fingið frá foreldrum og ættarumhvørvi?” Hetta er veruleikin, so sum eg eisini ofta upplivi hann. Nógv skilagóð fólk tora ikki at taka orðið ella skriva , tí tey halda at teirra vanliga mál ikki er ”nóg føroyskt,” sum tey siga. Fleiri ferðir havi eg sitið inni hjá fólki, og útvarpið hevur verið frá. So er okkurt orð komið fyri, sum eg so havi spurt um. Svarið ljóðar ofta: ”Nei eg veit ikki, eg forstandi so lítið av hasum undarliga, tey siga”
Atlassið - Ein keðilig og lítið upplívandi sak
Eg haldi í grundini ikki, at tað er stuttligt at skriva um hetta. Tað hevði verið nógv lættari bara at ypt øksl, og sagt: ”Teir um tað, hatta er ikki mítt problem.”
Men viðurskiftini eru serlig í Føroyum, ikki sum í Danmark, Svøríki ella USA. Har ber altíð til at velja millum 5, 10 ella 100 atlas, akkurát til tann tørv, tú sum lærari ella privatpersónur hevur. Men í Føroyum er bert eitt atlas, og tað er nú 14 ára gamalt, og heilt foroldað á nógvum økjum. Og so – ikki minst – hevur tað nakrar grundleggjandi feilir, tá tað kemur til navnastoffið.
Kundi hent seg, at Skúlabókagrunnurin ætlaði at geva eitt nýtt atlas út, ella at revidera tað gamla. Tað er tiltrongt. Og tað finnast í dag hópur av skilagóðum geografum í Føroyum, og eisini linguistar (fólk við málkunnleika), sum kundi rætta mistøkini í tí gamla. Haraftrat faklærarar í fólkaskúlanum, sum vita hvat ið tey hava brúk fyri.
Tað er synd, haldi eg, at ein skúlabók, eitt atlas, verður brúkt sum skemt til jóladøgverðar (jólafrokostar).Tað verður grinið at tí, bæði av lærarum, foreldrum og næmingum. Gaman í, sjálvandi er okkurt tvørtræ, sum følir sælu við at siga: Høvdastaður!
Úr geografi-fakinum, ella landalæruni
Tað vanliga talu- og skriftmálið mugu onnur fáa skil á. Eg havi sjálvur eina fakliga bakgrund í geografiini, sum eisini hevur nakað at gera við at skilja, hvussu Verðin er skrúvað saman, og hvussu livikor og møguleikar eru ymsastaðni. Til at tosa um verðina er neyðugt at hava eina barlast av vitan, eitt fakmál, sum fer eitt sindur út um tað vanliga gerandismálið. Eitt nú at geva londum nøvn, ið kann brúkast í samtalu. Nøvn, sum eisini onnur kennast við og forstanda. Annars er kommunikatión ikki møgulig.
Tíverri hava føroysk skúlabørn, og onnur við, haft eitt ”heimsatlas”, sum brýtur allar reglur, tá tað kemur til skriving av staðanøvnum. Tað hevur skapað óvissu og iva. Tí tað, sum er gjørt ”serføroyskt,” ikki kann brúkast til annað enn at skapa forvirring.
Tað sær so út, at atlas-týðarin hevur givið statum (suverenum londum) eina ”føroyska” rættskriving, meðan øll onnur staðanøvn ikki fylgja hesi konstrueraðu rættskriving. Men annars er einki fast principp at finna.
Fólk duga annars, uttan stórvegis himpr, at skilja ímillum.
Fólk flest hava eina klára fatan av, um orð og nøvn eru føroysk ella ikki-føroysk. Tey duga eisini at skilja í millum, um úttalan av bókstavum ella bókstava-kombinatiónum skal vera føroysk ella ikki-føroysk. Einki mál verður spilt av hesum, tvørturímóti, talumálið verður bæði ríkari og meira varierað.
Ke- og Ki-, á føroyskum og øðrum málum
Fólk vita at Kirkjuvatn og Kirviskollur eru føroysk staðanøvn, og at Ki- í hesum førum skulu úttalast (við einfaldari ljóðskrift) kji. Sama við Keldufjall og Kellingin, har Ke- úttalast kje.
Men fólk hava eisini eitt gott og fast fornemmilsi um, at Kina, Kiribati ella Kilkenny ikki eru føroysk, og tí er úttalan av bóstavasambandinum Ki- ikki sum í føroyskum, men bara Ki-. Sama við Kentucky, Kenya, Kerala, Keflavík og Kerteminde, sum sjálvandi ikki úttalast Kjenya ella Kjerteminde.
Men atlassi skrivar ikki tess minni Kekkia. Men er tað so eisini meiningin, at Kenja skal útalast Kjenja? Nei?
Ikki forbrongla, har tað er púra óneyðugt
Høvuðsreglan eigur at vera, at har sum tað latínska alfabetið verður brúkt, har skrivast staðanøvn sum á tí lokala málinum, tað veri seg eingilskt, týskt, franskt, spanskt ella hvat tað skal vera. Tað er bæði praktiskt og eintýtt og í longdini tað einasta haldgóða. Tí eitur tað ikki Avstralia, men Australia. Ikki Vjetnam, men Vietnam (ja, tey brúka faktisk tað latínska alfabetið í Vietnam!). Ikki Kjad, men Chad
Onnur alfabet hava fastar reglur fyri transskribering til tað latínska
Nakað annað er við russiskim (kyrilliskum), arabiskum og øðrum alfabetum. Men tey hava øll fastar reglur fyri transskribering. So har er slettis ikki neyðugt at Skúlabókagrunnurin, málnevndin ella hvør sum helst uppfinnur eina serføroyska transskribering. Tí eitur tað ikki Ukreina, men Ukraina. Ikki Kuveit, men Kuwait.
Hví útihýsa og seta forboð móti -e í endanum á orðum?
Tað sær ikki mætari út, enn atlas-týðarin hevur haft ein sannan skrekk fyri vissum bókstavum. Nøvn í Suðuramerika ella Afrika mugu ikki hava endabókstavin –e. Helst tí at vanlig føroysk orð ikki enda við –e. Men í Suðuramerika og Afrika hvørki skriva ella tosa tey føroyskt. Tí er tað meiningsleyst, ópraktiskt og kanska margtýtt at skriva Kili, og ikki Chile. Hví skriva Simbabvi, tá tað eitur Zimbabwe. Hví Sierra Leona, tá tað alment eitur Sierra Leone.
Kaos um tað verður gjøgnumført
Uppaftur síggja vit, at hetta (at reka –e burtur) ikki kann gjøgnumførast. Tað eitur Dundee, Buckie og Dunfirmline í Skotlandi. Øll enda sjálvandi við –e. Tað eitur sjálvandi eisini Stoke, Stonehenge, Newcastle og Cambridge í Englandi. Og Dieppe, Boulogne, Toulouse í Frankaríki. Har eru eisini áirnar Seine, Rhone, Saone. Loire, Garonne og Somme. Ella Alicante, Orense og Albacete í Spania.
Soleiðis kundu vit hildið fram alla verðina runt. Har skulu ongar føroyskar endingar biksast uppí, tí nøvnini eru ikki føroysk. Grammatikkin og málið er heldur ikki føroyskt. Men har er tað eingilskt, franskt og spanskt – og tað mugu og skulu vit respektera. Eisini Skúlabókagrunnurin, Málnevndin og Svenning Tausen.
Forboð móti W og Z ?
Hóast hesir bókstavir standa aftarlaga í latínska alfabetinum, so eru teir ikki ókendir í føroyskum nøvnum av fremmandum uppruna. Og tey eru nógv. Til dømis sluppirnar Westward Ho, William Martin. Eins og eftirnøvn sum Wang, Wardum, Weihe, Wennigsted, Weyhe, Wenzel, Wich, Wilhelmsen, Winther, Winther-Poulsen, Winthereik, Wolles, Waagstein – øll góð føroysk eftirnøvn úr tí virkuliga lívinum. Zakarias, Zachariassen, Ziska, Ziskason og gomlu sluppirnar Mazeppa og Gudrun Zoëga, og ikki at gloyma samkomuhúsið Zion á Sandi.
Men hví skulu afrikansku londini Zambia og Zimbabwe so í hesum neyðar atlassi skrivast Sambia og Simbabvi. Oljulandið Kuwait sleppur hvørki at eiga sítt w ella ai, tað verður Kuveit
Staðanøvn, sum ikki eru statir, fáa tó enn loyvi at varðveita bæði W og Z. Wales, sum í fótbóltshøpi er fullgóð tjóð, fær ikki tað ivingasomu æru at vera skriva ”Veyls”. Í atlassinum finna vit onnur staðnøvn, sum eru skrivaði púra beint: Washington, Weimar, Wellington, Wien, Wisconsin og fleiri onnur. Z er eisini fullgóður bókstavur í fleiri førum: Zagreb, Zakopane, Zaragoza og Zürich (hevði tær, ella schweizarum, dámt Sýrikk?). So, nú er eingin konsekvensur í ”reglunum.”
Forboð móti C og CH?
Atlassið ger eina roynd at beina fyri púra vanligum staðanøvnum bæði í Europa og aðrastaðni, sum hava latínska bókstavin c ella samansetingina ch. Enn eina ferð er Chile gott dømi. Tað minnir meira um matgerð og sterkt kryddarí, tá tað verður forbronglað til Kili. Onkur hevur verið so framligur og bent kunstiga orðinum, og sagt - í Kila. Høvuðsreglan er, at fremmand landanøvn ikki bendast - lat íslendingar um tað. Chad er skrivað Kjad. Columbia verður skrivað við K Columbia er uppkallað eftir sjófaranum Columbus. Og soleiðis stavast eisini navnið á gamla línubátinum. Sama við Costa Rica, sum fær tvey K.
Forboð móti samanseting av A og U til au?
Heimsparturin eitur sjálvandi Australia, ikki Avstralia, sum atlassið skrivar tað (kanska Av-, tí íslendingar skriva Ástralia).
Men so blívir navnatýðarin aftur inkonsekventur, og gloymir sínar egnu ”reglur.” Eitt oyggjaland (statur) í Stilla Havinum er komið at eita Nauru (ikki Navru). Og stóra arabiska oljulandið hevur fingið loyvi framvegis at eita og skrivast Saudiarabia (ikki Savdiarábia). Men Mauritius verður tó ikki bara til Mavritius. Nei, tað verður her stavað Móritius. Mauretania verður somuleiðis Móritania.
Forboð móti samanseting av A og I til ai?
Somu viðferð fær bókstava-kombinatiónin a+i, líkamikið um hon stendur sum tvíljóð (diftong), sum í Jamaica; ella har báðir vokalarnir skulu úttalast, sum í Ukraïne ella Haïti. Bæði lond fáa eitt føroyskt ei, og tað er skeivt. Eitt land í Afrika kallaðist einaferð (tá atlassið bleiv til) Zaïre. Her blívur tað skrivað Sair (men, hví ikki Seir?). Í dag eitur landið Congo.
Øll h-ini, sum detta burtur?
Onnur mál hava onnur ljóð enn tey, sum brúkast í føroyskum. Á eingilskum er til dømis eitt ”bleytt” t , sum teir skriva th. Ein býur í Suðuronglandi eitur Bath. Men her ber ikki til at blaka h-ið burtur, tí sovorðið brúka vit ikki í føroyskum. Bat (uttan h) er á eingilskum ein flogmús (”Like a bat out of Hell,” Meat Loaf).
Nei, hatta er bara ikki føroyskt, men eingilskt, og fylgir tí serligum eingilskum reglum, sum lærarin í geografi eigur at hava hylling á. Tað er lærarans uppgáva.
Men einaferð aftrat, tá føroyska atlassið skrivar statsnøvn, sum á almenna og almindiliga skriviháttinum inniheldur sovorðið ”bleytt” ella onnur –h-, so verður tað bara droppað, blakað burtur.
Ghana verður Gana, Afghanistan verður Afganistan. Thailand verður Teiland, Bangla Desh til Bangladesj, Liechtenstein til Liktinstein !!!
Og so eitt serføroyskt uppfinnilsi
Eitt fremmant land hevur fingið eitt nýtt og púra reint føroyskt navn, hóast føroyingar ongantíð hava haft nakað serligt samband við tað. Sum einasta suvereni statur í verðini hava Cap Verde oyggjarnar fingið føroyska navnið Grønhøvdaoyggjar. Jamen, hví? Harrin haldi sína beskjyttandi hond yvir okkum….
Verde merkir ’grønt’ á sponskum og portugisiskum. Og Cap, ella á portugisiskum Cabo, kann merkja so nógv ymiskt: nes, oddi, útoddi, tangi, galvur, múli, nøs, nev, knúkur, knabbi, knópur, nøv, nøva, kjálki, nípa, núpur, nakkur, barð, enni, hálvoyggj, høvdi, útnes, berg, forberg ella kappi. Variatiónirnar á føroyskum eru mangar. Men ”høvdar” tysja fram um alla verð í hesum merkiliga atlassi, eg orki ikki at nevna allar. Tykist, sum onkur hevur fingið ”høvdar” upp á heilan.
Øll staðanøvn, ikki bara í Føroyum, hava ein upprunaligan týdning
Er tað ikki so, at ØLL staðanøvn í verðini hava ein týdning? Tey kunna vera vaksin fram natúrliga, sum Suðuroy (tann sunnasta oyggin), Langeland (tað langa landið/oyggin), Norge (ella Norðvegur, leiðin at sigla norður eftir).
Men tey kunna eisini verða samtykt ella ”givin.” United States of America er ikki natúr-vaksið, men ein samtykt, at soleiðis skulu hesi londini kallast. Sama við Tanzania, sum kunstiga er sett saman av Tanganyika og Zanzibar. Ella Bolivia, uppkallað eftir Simon Bolivar.
Tú finnur Los Angeles í California, sum á sponskum merkir ”Einglarnir.” Firenze í Italia, eldri Colonia Florentina, merkir ”Býurin við blomstrum.” Magnitogorsk í Uralfjøllunum merkir ”fjallið við magnetjarnsteini.” Canterbury í Suðurenglandi kemur av Cant-wara-burg, ella ”Borgin hjá Kent-búgvum”
Eg nevni hesi dømi, bert fyri at vísa hetta, at øll staðanøvn, hvar sum helt í verðini, hava ein týdning. Onkuntíð er tað lætt at síggja, men sum oftast skal serligur kunnleiki til. Eg nevni hetta eisini tí, at tað er ikki bert ómøguligt, men eisini stak ópraktiskt og als ikki tilráðiligt at fara at umseta nøvn í Afrika ella nakra aðrastaðni. Tað er stutt og gott ørskapur.
Ikki tess minni, hevur atlassið nakrar undarligar royndir at geva fremmandum býum og oyggjum ”føroysk” nøvn. Nøkur fá dømir:
Høvdastaður liggur í Suðurafrika, er Cape Town.
Grønhøvdaoyggjar er suverenur statur vestan fyri afrikanska meginlandið, er Cabo Verde ella Cap Verde.
Suðuroyahav við Vesturskotland, Sea of the Hebridies
Crudenvík í Skotlandi, har norðsjóvargassið kemur á land, er Cruden Bay
Burgundarhólmur, donsk oyggj, er Bornholm
Hvat er at gera?
Konventionell føroysk nøvn. Av hesum eru nøkur fá: Keypmannahavn, Oyrasund, Hetland, París (við í), og nøkur landanøvn, serliga í Europa. Týskland - Deutschland. Frankaríki - France. Spania - España. Hesi konventionellu nøvn skula sjálvandi brúkast, men set tað rætta/nationala navnið aftrat í parentes.
Respektera hini málini. Brúka - so vítt gjørligt - nøvn, soleiðis sum londini sjálvi brúka og stava tey. Ikki Køgevík, men Køge Bugt. Ikki Fjón, men Fyn. Ikki Ísafjørður, men Isefjord.
Brúka transkribtiónsreglurnar, sum eru alment galdandi, tá russisk, arabisk, kinesisk, indisk, armensk og øll onnur serlig alfabet skulu týðast og skrivast við latínskum bókstavum.
Brúka internationalar samtyktir og tilmælir. Nógv ivamál eru. ST hevur nevndir (m.a. UNGEGN), ið arbeiða við málinum. Onnur lond hava universitet og stovnar, sum royna at halda skil á. Føroyar hava einki.
Leggja seg tætt at teim skandinavisku londunum. Mítt uppskot er einfalt, at leggja seg tætt upp at tí, sum Skandinavisku londini Danmark, Svøríki og Norra gera, og so skeita at tí eingilska, sum í okkara tíð er heimsmálið, eitt ”lingua franca.”
Minka um exonymir (nøvn, sum eitt mál brúkar um nøvn í øðrum máløki). Í atlassinum er ein keðiligur tendensur til at dyrka tey og uppfinna nýggj. Ikki Stokkhólmur, men Stockholm. Ikki Danmørk, men Danmark. Ikki Suðuroyggjar, men Hebridur ella Hebridies. Legg av, legg ikki aftrat.
Droppa arkaisering. (Tað at gera málið arkeiskt, gera tað gamalt: at finna gamlar formar, sum fyri langari tíð eru horvnir úr tí livandi málinum.Tað veri seg úr íslendskum søgum, gomlum kvæðum og gulnaðum skjølum). Ikki Burgundarhólmur, men Bornholm. Ikki Bjørgvin, men Bergen. Ikki Líðandisnes, men Lindesnes.
07.07.07