- Staðfesti rættindini í Føroyum

Javni mælir til at ST-sáttmálin um mannarættindi til brekað, skal vera tikin til viðgerðar í Føroyum.

- Tað er ein góður møguleiki at viðgera tey grundleggjadi rættindini hjá fólki við breki, sigur Annlis Bjarkhamar dagligur leiðari í Javna


- Vit halda, at tað er av sera stórum týdningi, at fáa staðfest rættindini hjá teimum brekaðu, sigur Annlis Bjarkhamar.
Sáttmálin umfatar øll øki í samfelagnum, og Javni metir tað ikki vera nóg mikið, at taka undir við honum.
- Tað gevur eina ábyrgd, til at nakað skal gerast. Man er noyddur at seta pengar av til at broyta ymiskt í samfelagnum, og tað kann eisini vera neyðugt at broyta summar lógir, greiðir Annlis Bjarkhamar frá.
- Avbjóðingin liggur ikki í at góðtaka sáttmálan, men í at innrætta samfelagið eftir honum, og skipa viðurskiftini soleiðis, at tey liva upp til sáttmálan.
 
Javnbjóðis møguleikar
Í Føroyum hevði ein góðkenning av sáttmálanum havt við sær, at rættindini hjá fólki við breki, vóru sett á dagsskránna.
- So hevði man verði noyddur at viðgjørt, hvussu tey kunnu fáa eitt gott lív, og hvussu tey kunnu fáa ræði á egnum lívi. Hetta hevði kravt broytingar í øllum samfelagnum, so at tey brekaðu fingu javnbjóðis møguleikar, bæði til skúlagongd, miðnámsútbúgving og bústað.
- Vit sakna, at eitt frambrot verður gjørt viðvíkjandi rættindunum hjá teimum brekaðu, og vit vilja fegin síggja nakrar politiskar ætlanir. Vit síggja sáttmálan, sum ein møguleika at gera hetta, sigur Annlis Bjarkhamar.
 
Lógarbroytingar
Um ST-sáttmálin veður góðkendur í Føroyum kemur hetta allarhelst at krevja lógarbroyting á ymsum økjum. Til dømis kann nevnast, at sum er, búgva nøkur brekaði á sambýli, meðan onnur búgva á bústovni. Tey, sum búgva á sambýli fáa sína pensjón útgoldna og gjalda fyri at búgva á sambýlinum. Meðan tey, sum búgva á bústovni bert fáa lummapengar og ikki ta pensjón, sum tey hava rætt til.
- Hetta hevði kravt eina lógarbroyting, tí tey skulu hava ta pensjón, sum tey hava rætt til, sigur Annlis Bjarkhamar.
Sáttmálin leggur dent á at tey brekaðu skulu vera ein virkin og luttakandi partur av samfelagnum.
- Ein stór avbjóðing í hesum sambandi er, hvussu tey brekaðu kunnu koma at spæla ein størri leiklut í egnum lívi og í samfelagnum. Vit vera eisini noydd at virða teirra sjálvsavgerðarrætt, og spyrja tey, tá vit taka avgerðir, ið ávirka teirra lív. Ofta verða avgerðir tiknar yvir høvdið á teimum menningartarnaðu, og tað verður gjørt í bestu meining, men vit eiga at minnast, at tey hava ein avgerðarrætt, greiðir Annlis Bjarkhamar frá.