Serbiski málverjin hevur staðið í skugganum á Hans Jørgensen, sum skrivaði undir við 07 Vestur í farna mánað. Tí hava Stankovic og felagið valt at gevast við samstarvinum.
Predrag Stankovic kom til Føroya í 2007. Fyrstu tvey árini vardi hann málið hjá næstbesta liðnum hjá NSÍ, og í fjør spældi hann við FC Hoyvík. Hann skifti til 07 Vestur undan hesum kappingarárinum.
Málverjin spældi í alt 11 dystir fyri vágaliðið, skrivar heimasíðan.