Í morgin, 30. apríl, fyllir gittarleikarin, sangarin, tónaskaldið og yrkjarin, Stanley Samuelsen, seksti.
Stanley er føddur í Føroyum, men hevur búð í Danmark síðani 1970 – og síðani 1986 í Birkerød.
Umframt at verða kendur sum gittarleikari í serflokki – og ógvuliga respekteraður av øðrum tónleikarum – er hann eisini kendur fyri sínar mildu og melodiøsu tulkingar av serliga eldri fólksligum føroyskum yrkjarum.
Eitt nú er lagið hjá honum til framúr kærleiksyrkingina »Um eg kundi kvøðið« av einum av okkara matastu skøldum, Janusi Djurhuus, vorðin klassikari, og tað er ikki óvanligt, at hann verður sungin av øllum teimum 10.000 fólkunum til felagssangin á ólavsøku framman fyri løgtinginum.
Abbi Stanley var Føroya fyrsti løgmaður í nýggjari tíð, Andras Samuelsen.
Samuelsen-familjan hevur fostrað fleiri kórsangarar og fólk við yrkjaraevnum, og tað er á hesi lívsleið, ið Stanley Samuelsen hevur brúkt nógvar av sínum talentum.
Hann fekk sín fyrsta gittara sum 12 ára gamal og hevði sína fyrstu live-framførslu í 1964 við píkatráðsbólkinum Silly Boys, sum við sínum coverversionum av Elvis, Beatles og fleiri varð kosið sum Føroya besta píkatráðsbólkur í 1970.
Í Danmark hevur Stanley spælt í ymsum bólkum og sum studiotónleikari. Hann hevur spælt saman við Nis P. Jørgensen í Den Udødelige Duo sum spældi nógv fyri donsku fakfelagsrørsluna frá tíðini við Anker Jørgensen til Poul Nyrup Rasmussen sum forsætisráðharrum.
Den Udødelige Duo varð heiðrað við kulturprísinum hjá LO i 1992.
Síðani 1986 hevur hann gjørt tónleik til eldri og nýggjari føroyskar yrkingar eitt nú eftir Janus Djurhuus, Jóannes Patursson, Poul F. Joensen, Hans Andreas Djurhuus, Andras Samuelsen og Christian Matras.
Í 2008 varð hann á ólavsøku heiðraður við Listavirðisløn Miðlahúsins.
Stanley Samuelsen hevur givið út tríggjar soloútgávur umframt eina fløgu við Trio Acoustica, og í hesum mánaðinum gevur hann út eina nýggja fløgu á donskum, hvørs heitið er »Alle Hjertets Sange«.
Tónleikin hevur Stanley sjálvur komponerað, og aftur kunnu vit av røttum siga, at gittarspælið er visitkortið hjá Stanley. Harafturat er strúkikvartettin Doria við.
Og tað eru aftur teir góðu fólksligu føroysku yrkjararnir, sum eru umsettir til danskt við hjálp frá Gunnari Hoydal, umframt tríggjar av yrkingunum hjá Stanley sjálvum.
Stanley Samuelsen heldur dagin samn við sínum nærmastu í einum lítlum primitivum húsi nærindis skógi og strond í Norðursælandi, har hann skal vera í tríggjar vikur og gera nýggjar førosykar sangir.
Men øll tey, sum fegin vilja heiðra Stanley, eru vælkomin í Føroyahúsið á Vesterbrogade 17 í Keypmannahavn, har hann heldur føðingardagin 29. apríl frá klokkan 16 - 19.