Starvsfólkið á Føroya Tele vrakaði semingsuppskotið

Á einum fundi í hølum Starvsmannafelagsins vrakaði starvsfólkið á Føroya Tele semingsuppskotið, sum var lagt fyri partarnar. Samráðingarnevndin varð send niðan aftur á Hotel Føroyar við boðum um at koma aftur við einum betri úrsliti

Vandin fyri, at tað verður verkfall á Føroya Tele økist í hvørjum.


Semingsmenninir hava útsett eitt verkfall til sunnukvøldið á midnátt, og tað merkir, at verkfall verður um so er, at samráðingarnar slitna eftir hetta.


Um tær gera tað, ber sjálvandi ikki til at siga nú, men starvsfólkið á Føroya Tele hevur á einum fundi í hølum Starvsmannafelagsins sunnukvøldið vrakað uppskotið frá semingsmonnunum og hevur álagt samráðingarnevndini at fara niðan aftur á Hotel Føroyar at fáa eitt betri úrslit.


Sambært semingsuppskotinum varð lagt upp til eina samlaða lønarhækking uppá 9,35 prosent yvir tvey ár. Lønin skuldi hækkað 2,5 prosent frá 1. mars í ár og við somu prosentum 1. mars næsta ár. Harafturat var semja um eina nýggja lønarskipan, sum gevur onnur 2,5 prosent.


Harafturat varð lagt upp til, at karensdagarnir ikki skulu galda fyri limir Starvsmannafelagsins hjá Føroya Tele og tað merkir, at um starvsfólk er burtur vegna sjúku, so fáa tey løn frá fyrsta sjúkradegi. Henda broyting er mett at geva eina lønarhækking uppá 1,1 prosent.


0,25 prosent stava frá einari broyting í útrokningargrundarlagnum fyri tímalønir. Í staðin fyri at brúka 42 tíma viku, sum útrokningargrundarlag, so verður talið broytt til 37 tímar effektiv arbeiðstíð. Úrslitið av hesum er, at tímalønin veksur.


Semingsmenninir skjóta eisini upp, at ein ískoytisskipan verður gjørd, soleiðis at starvsfólk, sum vegna serligar arbeiðsumstøður, førleika ella ábyrgd kunnu fáa ískoyti til vanligu lønina. Semingsmenninir skjóta upp, at Føroya Tele letur starvsfólkunum, sum eru limir í Starvsmannafelagnum, 0,5 prosent av samlaðu lønarútgjaldingunum, sum hesir limir fáa.


Tað var hetta uppskot, sum starvsfólkini á Føroya Tele, sum eru limir í Starvsmannafelagnum, vrakaðu seint sunnuvkøldið. Semingsmenninir høvdu kravt av pørtunum, at teir skuldu geva svar innan klokkan 23 sunnukvøldið, um teir góðtóku uppskotið ella ikki, og svarið teir fingu frá samráðingarnevndini hjá starvsfólkunum var so eitt nei.


Semingsuppskotið liggur mitt ímillum

Tá Føroya Tele og Starvsmannafelagið valdu at senda boð eftir semingsmonnunum var rættiliga langt millum partarnar í lønarspuringinum.


Starvsfólkið kravdi eina lønarhækking uppá 12 prosent yvir tvey ár, ella 6 prosent um árið. Henda hækking svarar til ta hækking, sum Starvsmannafelagið hevur kravt av Fíggjarmálastýrinum, og sum heldur ikki gekk ígjøgnum.


Hinvegin vildi leiðslan á Føroya Tele ikki ganga við til eina størri hækking enn 6 prosent yvir tvey ár, og við tí skilst, at tað var langt millum partarnar.


Nú semingsuppskotið er komið á borðið sæst, at tað liggur á leið mitt í millum bæði ynskini.


Semingsmenninir hava tikið við í uppskotið at partarnir vóru samdir um eina nýggja lønarskipan, sum var einfaldari enn verandi skipan, eitt nú við færri lønarflokkum. Skipanin ber m. a. í sær, at eingin fer niður í løn í mun til gomlu skipanina, at talið av anciennitetsstugum er lækkað fyri flestu starvsbólkar, at tey lægst løntu fáa hægri løm og at ófaklærd, sum hava 5 ára starvstíð innan sama starvsøki, verða mett sum faklærd.


Eisini høvdu semingsmenninir við í uppskotinum at karensdagarnir, sum annars eru lýstir við lóg, ikki skuldu galda fyri limir Starvsmannafelagsins hjá Føroya Tele. Henda broyting hevði havt við sær, at starvsfólk, sum gjørdist sjúkt, fekk løn frá fyrsta sjúkradegi.


Hetta er annars eitt áhugaverdur partur av semingsuppskotinum. Fyri stuttum vóru karensdagarnir til viðgerar í tinginum og tá var ikki meiriluti fyri at avtaka teir. Ein av orsøkunum var, at tað kundi gerat ov dýrt at avtaka teir júst nú, og so kann spyrjast, um tað við tí avgerðini var ætlanin, at teir skuldu gerast ein partur av lønarsamráðingunum.


Hetta fáa vit ikki svar uppá í løtuni, men vit fara at leita eftir svarinum í morgin.