Seinni í dag fer Starvsmannafelagið at undirskriva nýggjan sáttmála við Fíggjarmálaráðið.
Hetta sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna beint nú.
Sostatt er greitt, at heldur ikki Starvsmannafelagið fer at fylgja pedagogunum í verkfall.
Men Selma Ellingsgaard sigur, at Starvsmannafelagið vil bara undirskriva ein eitt árs sáttmála og tað hevur Fíggjarmálaráðið góðtikið.
Samskifti hevur verið við Fíggjarmálaráðið seinastu tíðina og sambært forkvinnuni í Starvsmannafelagnum er tað endað við, at partarnir eru samdir um eitt eitt árs sáttmála, sum verður undirskrivaður um eina løtu.
Í Starvsmannafelagnum eru tey ikki liðug at viðgera støðuna, so forkvinann vil ikki avdúkaa, akkurát, hvat stendur í semjuni.
Men tað er í øllum førum greitt, at Starvsmannafelagið fer at góðtaka eina semju og fer sostatt ikki í verkfall