Statt upp og syng!

Tað skal ikki hepnast landsstýrinum at teppa føroysku sangfuglarnar. Intelligensan og listafólkini mugu halda fram við atfinningunum móti vanstýringini av samfelagnum. Eisini hóast tað kostar

Borgarliga samgongan ræð­ist fólk, sum avdúka sann­leikan. Ser­frøðingar, lista­fólk, fjølmiðlar og em­­bætisfólk hava øll verið revsað fyri virksemi sítt hetta seinasta árið. Sein­astu knútarnir í kjafta­­band­inum er avtøkan av Lands­bankanum og niður­bræð­ingin av mentanar­øki­num.

Embætisfuglar
Berufsverbot er eitt av mongum ófrættakendum hugtøkum, sum brádliga er vorið gerandis her heima. Í løtuni verða fakliga stinn starvsfólk innan tað al­menna jagstrað og hótt eftir livi­breyð­inum, tí tey hava talað at blá­svarta stýr­inum.
Síðsta trekkið er av­mon­ter­ingin av Landsbankanum og Hag­­stovuni, har endamálið er eitt­­ans: At raka teir sangfuglar, sum á fakligum grundarlag hava sátt iva um ávísar politiskar dispo­­ner­ingar. Her er talan um fremstu samfelags-, búskapar- og løg­­frøð­ingar, sum hava gjørt lívið súrt hjá samgonguni. Ikki við politiskum ella per­són­­lig­um álopum, men við fak­liga at vísa á skeiv­leikar.
Blekkið var ann­ars ikki tornað á sam­gonguskjal­in­um, tá ein ting­limur í sam­­gonguni kravdi, at em­­­­bætis­verkið skulu frá­siga sær grundleggjandi manna­rættindi. Aðalstjórin í Al­mannamálaráðnum hevði dittað sær at verða av­­dúk­aður undir ein­um frið­arligum mót­­­­mælis­­til­taki í Vágs­botni. Við­­­­­­kom­­­andi varð hóttur við spar­­­­ing­um á almannaøkinum, nú hann eyð­sýniliga var ímóti tið­nan av blokk­in­um. Kanska eru tað júst hesi revsi­tiltøk, vit nú upp­liva á almenna­verkinum, sum verður skorið inn á bein í fíggjar­lógaruppskotinum?
Næsta álopið á faklig­heit­ina hjá embætisfólk­un­­um var, tá tey fingu tænastuboð um, eftir tveim­­­um døgum, at framleiða eitt makkverk av einum upp­­skoti um skatting av pen­sjónum við inngjaldi. Í uppskotinum vóru heili 19 fyrivarni reksað upp; fyrivarni, sum umsitingin ikki fekk høvi at kanna, áðr­enn pensjónsránið varð framt overnight hin svarta desember í fjør. Eitt rán millum ættar­lið, lands­partar og inntøku­bólkar, sum hevði við sær, at alt pensjóns­økið liggur í skelja­sori í løtuni.

Miðlafuglar
Miðlarnir hava eisini fingið av at vita undir sitandi sam­gongu, sum onga virð­ing hevur fyri frælsu pressuni. Leita teir kritiska pennin úr skuffuni, verða teir skírd­ir at renna ørindi fyri and­støð­una.
Í orðaskiftinum verður Kring­varpið javnan rópt sosial­istiska rottureiðrið í Sortudíki. Fíggjarliga er stovnurin niður­píndur, og eigur so absolutt ongan góð­an í sam­gonguni. All­ar ætlanir um nýtt kring­varps­hús, sum var sett á íløguætlanina hjá fyrru samgongu, og um betri um­støður fyri privatu miðl­arnar, sum vórðu stung­nar út í kortið við álitin­um um betri miðlar, eru kveistr­aðar til viks.
Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so hava báðir blað­stjórarnir á stóru bløð­unum verið úthongdir, boy­kottaðir og útspiltir fyri sítt arbeiði av sjálvum løg­manni, press­­ens minister.

Listafuglar
Far inn á heimasíðuna hjá Ment­an­ar­grunninum og hygg und­ir fund­­ar­­­frásagnir. Har finn­ur tú yvir­­lit yvir hundraðtals spenn­andi verk­ætlanir, sum skapandi før­­oy­ingar ganga uppí við lív og sál. Hetta eru tey, sum hugsa longri enn til veðurtíðindini, og sum gera tað liviligari í Før­oy­um.
Tí gjøgum listina verður veru­leikin settur á skák, og viðhvørt skák í mát. Bæði sum útinn­andi og sum brúk­­­arar, lær­ir listin okk­­­­um at seta spurnar­­tekin við gaml­ar doktrinir, og nýggir tankar og vinklar daga fram í ljós­mál­anum. Hetta er lívsneyðugt fyri eitt sam­felag í menning, ikki minst fyri eitt samfelag, sum tað før­oyska, har kon­formi­tet­ur, kon­servat­isma og tradi­­tiónir ræða mo­dern­að fólk av land­in­um, og fáa onnur at halda seg burtur.
Ekstremi høgra­vong­urin hevur altíð ræðst list­ina og skert hennara veing­ir. Eks­tremi høgra­vongurin tolir ikki víðskygni, hug­flog, skap­an­ar­megi og tey skeivu fólkini, sum hava evni og dirvi at seta sann­leikar á pall, lørift ella pappír. Hesi, sum bróta tøgnina og av­dúka hugna­­liga glans­­bílætið í lítla para­­­dísi­num.
Sum smá børn halda tey sínar hálu borg­ar­ligu hend­ur fyri oyr­­uni, meðan tey blund­andi rista á høvd­­­­in­um og siga la-la-la-la fyri at yvir­­­doyva veru­­­leikan – síggi onki, hoyri onki, sigi onki!
Tí er Tjóð­pall­urin skotin langt inn í framtíðina. Tí verður Ment­anar­grunnurin skerdur við 20 prosentum komandi ár og upp­aftur meira í 2014. Og tí rað­festir man heldur tað ófarliga, aftur­lítandi og innatlítandi, tað søgu­liga, varð­veit­andi og nation­ala. Gongur mentanin hond í hond við vinn­uni er alt vunnið, tí hvat er huga­lig­ari enn at lulla fjøld­ina í býttleikans popp­mentan, um hon sam­stundis kastar peng­ar av sær.
Men væl­signaðu lista­fólk. Latið tykk­um ikki teppa. Berjið knív­in av bark­an­um og syngið!

Vitandi fuglar
Eitt, sum ofta er at hoyra av ting­sins røð­ara­palli, er hetta for­­ferdiliga orðið »at okkurt er noyligt«. Ert tú kritisk, ert tú »noylig«. Hetta vísir ein ræðandi hugburð til frælsa orðið, kritikk og fólkaræði.
Sama hugburð finna vit mót­vegis teimum lærdu. Serfrøð­ing­un­um.
Fiskifrøðin mælir til niðurskurð í fiskidagatalinum. Landsstýrið mælir til sama fiskidagatal. Bú­skap­­ar­­frøðin mælir til upp­boðs­sølu av atgongsrættindum til 'ogn Føroya fólks'. Landsstýrið vil heldur foréra alt burtur til vinir og kenningar.
Samstundis sigur sama lands­stýri seg vilja raðfesta útbúgving. Men pengar skulu ikki setast av! Og hví í heila tikið útbúgva fólk í einum landi, sum ikki lurtar eftir serfrøðini, hvørki tá umræður fiskivinnu, búskap, pensjónir, list osfr.?
Marknagilsdepilin er í vanda fyri at gerast ein discount-loysn, sum enn einaferð er útsett, og ungfólk, sum leita sær uttanlands at lesa, skulu rinda studningin aftur, um tey ikki koma heim aftur. Hetta er hugburðurin hjá Sambandsflokkinum, Fólka­flokk­inum, Miðflokkinum og Gamla Sjálvstýrinum til útbúgving.
Atfinningar og kritiskur hugs­unar­háttur eru av tí ónda hjá BADH samgonguni. Men tað eigur eisini at vera troyttandi, alla tíðina at verða mint á, at tín politikkur er skilaleysur, visjónsleysur, óbúgvin og stuttskygdur. Tí tað er hann!
Hendan mest reaktionéra høgra­snávingin í føroyskum poli­tikki hevur nú brotið niður í skjótt eitt ár. Ræðandi at hugsa sær, hvør endin verður, sleppur hon at vera sitandi skeiðið út. Nei, nú er ikki at tiga – hóast tað kanska kostar!