Steffan spælir nú við ÍF

ÍF boðar í kvøld frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Steffan A. Løkin

ÍF venjarin Karl Løkin eigur yngri beiggja, sum eitur Steffan. Í kvøld skrivar ÍF soleiðis:

 

Tað er góður hýrur í ÍF húsinum, eftir at vit í kvøld hava gjørt avtalu við Steffan A. Løkin. Avtalan inniber, at bóltsnillingurin úr Runavík verður ÍF leikari, tá flytingargluggin opnar aftur um tvær vikur, og restina av kappingárinum.


Steffan er uppvaksin hjá NSÍ, og hevur eisini umboðað EB/Streym og B68.

Nú verður tað í reyða og hvíta ÍF búnanum, at vit koma at síggja hann. Hann hevur leikt 128 dystir í bestu deildini og skorað 28 mál.


Vit eru sera fegin at hava fingið Steffan til felagið, og ynskja honum góða eydnu saman við liðnum restina av árinum.