Tað endaði 3-1 til gestirnar, tá ið teir næstbestu hjá EB/Streymi í dag høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ. Hetta var ársins fyrsti sigur hjá NSÍ, og í gulu leguni vóru teir ikki í iva um, at eyðsýndasti maður hjá teimum var Steffan A. Løkin. Í fjør gavst hann á besta liðnum, og nú kemur tað væl við hjá venjaranum Rúna Rasmussen, at Steffan hjálpir til á næstbesta liðnum, eftir at hann í fleiri vikur hevur verið upptikin av royndini at sleppa inn á ting.
Hálvleiksstøðan var 1-0 til NSÍ. Málið skoraði norski álopsspælarin Tobias Hestad í 25. minutti, og uppleggið átti Jógvan Højgaard. Tobias hevur higartil í ár bara einaferð verið á besta liðnum, har hann einki mál hevur skorað. Í dag skoraði hann fyri aðru ferð í næstbestu deildini.
Sjey minuttir eftir steðgin javnaði EB/Streymur. Málskjútti var Jákup Hummeland, og uppleggið átti Tóki H. Johannesen. Hetta var fyrsta málið hjá Jákupi Hummeland síðani 15. mars í fjør, tá ið EB/Streymur í næstbestu deildini vann 1-0 á útivølli ímóti Víkingi.
Og so var tað, at Steffan A. Løkin legði upp til bæði 2-1 málið og 3-1 málið hjá NSÍ. Í fyrra førinum var Mórits Heini Mortensen málskjútti. Hann spældi í fjør við EB/Streymi. Og í síðstu sekundunum var tað Poul Jóhan Joensen, sum staðfesti NSÍ sigurin. Hann varð beinanvegin eftir steðgin settur á vøllin sum avloysari hjá Flip Drinic. Hetta var fyrstu ferð, at 19 ára gamli Poul Jóhan Joensen var málskjútti í næstbestu deildini.
Annan sunnudag fær EB/Streymur vitjan av FC Suðuroy, og tá fer NSÍ at spæla í Fuglafirði.











