Steinaður og smuglaður úr Iran

- Minningarríkasta hendingin í mínum yrki sum enskur ambassadørur var í 1989 í Teheran í Iran, tá 12.000 iranar við brennandi fløggum kastaðu grót eftir ensku ambassaduni, vit vórðu staddir í, sigur nýggi enski ambassadørurin í Danmark, Sir Nicholas Browne. Hann hevur júst verið á føroyavitjan og m.a. havt fund við løgmann

56 ára gamli Nicholas Browne hevur arbeitt í bretsku stjórnini síðani 1969. Bæði sum serfrøðingur í uttanríkismálaráðnum í London og sum bretskur ambassadørur kring allan heim við drúgvum royndum í fleiri turbulentum og vandamiklum økjum, m.a. í Miðeystri, Iran og Zimbabwe. Umframt hetta hevur hann arbeitt fyri ensku stjórnina í Suðuramerika, Asia, Washington og sum ES ráðgevi í Bruxelles. Í 2002 gjørdist Browne riddari og fekk heitið KBE (Knight of the British Empire), og í september 2003 gjørdist hann enskur ambassadørur í Danmark, sum eisini hevði við sær eina føroyavitjan um vikuskiftið.

ES eitt høvuðsmál
At maðurin er innarlaga í valdssirklinum í Onglandi, var skjótt greitt, tá prát varð fingið í lag við hann mánamorgun á Hafnia.
- I was just chatting to Tony (Blair blðm.) this morning, and he said that?! Ok, hugsaði eg við mær sjálvum, maðurin er ikki hvør sum helst. Fyrsti spurningurin snýr seg um, hvør høvuðsuppgáva hansara er sum bretskur ambassadørur í Danmark, og nevnir hann fyrst og fremst ES og komandi grundlógina.
- Ein eventuell komandi ES grundlóg setir nógv arbeiði í gongd hjá okkum, og hetta er í øllum førum nakað, sum í framtíðini helst fer at mynda mítt arbeiði, greiðir Sir Browne frá. Sambært honum hevur bretska stjórnin greiðar meiningar um, at ein felags ES grundlóg er ein neyðugur fyrimunur fyri europeisku menningina, sum í eini modernisering og sameining ger viðurskiftini og spælireglurnar einfaldari.
- Umframt alt tað, ES fevnir um, arbeiði eg við hernaðarmálum við danskari luttøku, m.a. í Afghanistan og Irak, norðuratlantiska handilssamstarvinum, migratiónsmálum o.s.fr., so eg eri fult bookaður, sigur sir Browne við einum smíli.

Álopnir í Iran
Sum sagt hevur bretski ambasssadørurin arbeitt fyri bretsku stjórnina kring allan heim, men hann er ikki í iva um minningarríkastu hendingina í yrki hansara síðani 1969. Teir vóru júst farnir til Iran í 1989 at lata upp aftur bretsku ambassaduna í Teheran, tá prestastýrið lýsti eina Fatwa yvir Salman Rushdie eftir umstríddu bók hansara, Satans Ørindi.
- Meðan vit vóru staddir innanfyri á ensku ambassaduni, savnaðist ein stór og vreið mótmælisgonga við umleið 12.000 fólkum frammanfyri okkum, og við brennandi fløggum steinaðu tey bygningin, greiðir Sir Browne frá. Hann sigur, at hetta av sonnum var ein óhugnalig løta, og at teir eftir hetta loyniliga vórðu smuglaðir út úr Iran.
Tá vit lendu í Heathrow í Onglandi, vóru hópin av pressufólkið savnaði, og eg og sonur mín endaðu á forsíðunum á fleiri av stóru bløðunum, greiðir enski ambassadørurin frá. Hetta var undir Margaret Thatcher, og tað gekk ikki long tíð, áðrenn iranski ambassadørurin í Bretlandi varð vístur úr landinum.
- Vit vórðu noydd at vísa, at vit ikki kundu samstarva undir slíkum umstøðum, greiðir riddarin frá. Hann leggur afturat, at teir fóru aftur til Iran í 1997, og tá var stemningurin nógv betri. Í dag er samstarvið millum londini batnaður, og fleiri enskar ambassadur eru nú í Iran.
Sir Nicholas Browne sigur, at arbeiðið hansara er sera sjálvstøðugt í fjarskotnu londunum, og at hann als ikki bert ger eftir boðum úr Downing Street nr. 10.
- Mangan er als ikki tíð at ráðføra seg við stjórnina, serliga undir hernaðarkonfliktum, og tí mugu vit handla her og nú og so síggja aftaná, um avgerðin varð røtt, greiðir Browne frá.

ES kjakið harðnar
Viðvíkjandi viðkomandi málum fyri føroyingar nevnir Sir Browne, at kreppan í alivinnuni nú skal viðgerast í ES parlamentinum, og at mest sannlíka úrslitið verður ein nýggj kvotuskipan.
Sambært Browne roynir ES av øllum alvi at loysa umfatandi kreppuna í alivinnuni, sum Føroyar og fleiri onnur lond eru rakt av. Væntandi verður úrslitið eftir viðgerðina ein nýggj kvotuskipan.
- Hóast tann heilt stóri peningurin ikki verður vunnin við hesi trygdarskipan, kann hetta vera gott fyri føroyingar, heldur bretski ambassadørurin.
Fyri stuttum vóru bretar í Føroyum og kannaðu føroysku fiskidagaskipanina, sum bretska stjórnin umhugsar at læra av og møguliga praktisera. Men Sir Browne metir ikki, at Ongland bert kann isolera fiskvinnuna frá øðrum vinnum í ES høpi.
- Tað verður eitt størri stríð at ganga kvotuskipanini í ES ímóti og innføra eina føroyska fiskidagaskipan í Onglandi, og satt at siga vænti eg ikki, at hetta verður framt í bræði, nú vit eru so innarlaga í ES samstarvinum, heldur Nicholas Browne.
Viðvíkjandi føroyskari luttøku í ES í framtíðini heldur Sir Browne, at kjakið fer at harðna. Hann metir tað bert vera ein spurning um tíð, áðrenn Noreg fær limaskap, og so verður kjakið av álvara í fokus í Íslandi og Føroyum.
- Malta er júst vorðin partur av ES limaskapi, og tað er ein smátjóð eins og tit, so fyrr ella seinni vænti eg, at føroyingar mugu taka eina støðu, sigur enski ambassadørurin.

Opið grindakjak
Sir Browne hevur m.a. havt fund við løgmann á síni føroyavitjan, og mælti hann Jóannesi Eidesgaard til at verið meiri opin mótvegis útheiminum viðvíkjandi umstrídda grindadrápi okkara.
- Eg haldi als ikki, at tit skulu gevast at drepa grind, men eg segði við løgmann, at tit mugu vera meiri opin mótvegis umheiminum, so mótstøðufólk ikki halda, at tit fjala upplýsingar, sigur Browne. Trýstið veksur alsamt frá stjórnum og felagsskapum á føroyingar um at steðga grindadrápi, og tí er neyðugt at spæla við opnum kortum og upplýsa, hvat fer fram, heldur ambassadørurin at enda.