Toppurin av yrkisleiðini hjá Toda Jónsson var helst, tá hann í átta ár spældi við FCK. Átta ár, har felagið vaks seg til oddastøðuna, sum teir í dag eiga í donskum fótbólti.
Høvuðsmaðurin í felagnum tey árini var Flemming Østergaard, sum í dag er nevndarformaður í FCK. Hann var eisini í Lyngby, áðrenn hann keypti FCK, og tað var sjáldan, at føroyski framherjin var ein av spælarunum, sum Østergaard dámdi serstakliga væl.
Og hóast tað ikki er á vøllinum, at teir hittast nú, so tykist vinarlagið millum teir báðar, Toda og Flemming, enn ikki at vera kølnað nakað. Soleiðis hevur sterki maðurin í FCK tikið av eini innbjóðing frá Toda, um at vera gestarøðari, tá føroysku sponsorarnir hjá Fremad Amager hittast tann 13. september.
Og skal tosast um samanleggingar innan fótbólt, so er Østergaard helst rætti maðurin. Við FCK hevur hann so væl og virðiliga skapt best eydnaðu samanleggingina í donskum fótbólti, og tí kunnu Todi og hinir í Fremad Amager helst læra eitthvørt frá honum. Sami Østergaard hevur eisini áður sagt, at hann metir Fremad Amager vera eitt felag, sum hevur potentialið til at vaksa seg móti oddinum í donskum fótbólti.
Um tað so verður í 2010, at plássið í superliguni er heima, ella um hetta skal bíða longur enn so, verður ein annar spurningur.