Lazar Markovic gjørdist einsamallur málskjútti, tá Liverpool í dag vann fyrsta dystin í 21. umfari í Premier League. Steven Gerrard bleiv útskiftur í hálvleikinum vega skaða.
Liverpool var í dag uttam Raheem Sterling, sum hevur fingið frí í eina viku. Tí byrjaði Fabio Borini inni í álopinum. Liverpool setti serg tíðliga á dystin og skuldi helst havt fingið eitt brotsspark longu aftaná tveir minuttir.
Liverpool kom á odda fáar minuttir seinni, tá Lazar Markovic eftir dribblitúr frá egnari hálvu og smáspæl, endaði við at prika bóltin millum beinini á málverjanum til 1-0. Tíðliga í seinna hálvleiki fekk Sunderland Liam Bridcutt útvístan, tá hann fekk sítt seinna gula kort. Helst kennir hann seg óhepnan, tí samanlagt var talan um tvey minni fríspørk, ið kostaði Liam hvør sítt gula kort.
Í løtuni eftir útvísingina trýsti Sunderland, mem Liverpool hevði fleiri møguleikar at avgera dystin. Sigandi fyri hetta kappingarárið, so megnaði Liverpool álopið ikki at avgera dystin. Tí bleiv talan um ein fjálturstungnan dystarenda fyri Liverpool, sum liggur á áttanda plássi í Premier League.
Premier League 21. umfar:
Í dag:
Sunderland – Liverpool 0-1
0-1 Lazar Markovic, 9
Burnley – QPR (15.00)
Chelsea – Newcastle (15.00)
Everton – Manchester City (15.00)
Leicester – Aston Villa (15.00)
Swansea – West Ham (15.00)
WBA – Hull (15.00)
Crystal Palace – Tottenham (17.30)
Í morgin:
Arsenal – Stoke (13.30)
Manchester United – Southampton (16.00)