Steypafinaluradio á FM1 frá klokkan 13 - Sent verður beinleiðis frá klokkan 14.45

FM1 sigur beinleiðis frá steypafinalunum hjá bæði kvinnum og monnum

Seinnapartin og í kvøld vera steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum leiktar á Tórsvølli.

 

FM1 byrjar at senda klokkan 13, og fer at senda beinleiðis frá klokkan 14.45.

 

Skráin á FM1 er hendan:

 

Klokkan 13.00: Stóra steypafinalupanelið frá fríggjadegnum við 11 ymiskum gestum verður endursent. 

 

Klokkan 14.45: Jóna Nicolajsen og Frankie Jensen siga beinleiðis frá steypafinaluni hjá kvinnum millum HB og KÍ. Steypahandan og samrøður við vinnarar og taparar. 

 

Klokkan 17.30: (tó seinni um kvinnufinalan fer til longda leiktíð) verður undansending til finaluna um løgmanssteypið millum KÍ og Víking.

 

Klokkan 19.00: Tróndur Arge sigur beinleiðis frá finaluni um løgmanssteypið. Steypahandan og samrøður við vinnarar og taparar. 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo