Góða Stina, hjartaliga tillukku við føðingardegnum, mátti tær unnst nógv góð ár framyvir.
Tá eg hugsi um teg og tína familju, so er tað um gott grannalag og trúfesti.
Nógv góð baranminnir renna fram fyri meg um nógvar huganligar, stuttligar og álvarsligar løtur saman.
Hetta vil eg nýta høvið at takka tær og ikki minst mammu tíni so inniliga fyri, løtur og minnir sum hava havt stóran týðning fyri meg.
Eitt er, at vit eru í familju báðar, bæði gjøgnum ommuna og abban, so tey hava altíð kenst, samstundis eru vit so hepnar at næsta ættarliði eisini sampakkaði.
Hugsi um nú sum vaksin týdningin av at eg kundi fara inn í grannahúsið og føla meg sum heima. Haldi ikki tað var dagur vit ikki sóust, antin so ella so.
Var tað ikki at lána okkurt, so at fortelja tað síðsta nýggja, ella bara ein góðan kaffimunn, tað at hava umsorgan fyri hvør øðrum, jú vit komu hvør øðrum við.
Tykkara hús var eitt samlingshús. Frá barnsbeini av var tú von við at nógv fólk komu á gátt hjá tykkum, og hví var tað so, sjálvandi tí at øll føldu seg so væl. Jú har er mangt mál havt á lofti, og dúgliga kjakast, oftani bleiv eisini spælt kort.
Minnist hvussu stolt eg var, tá eg slapp at trilla teg í barnavogni. Tá vit runnu oman í Vaskiskúrin á Gørðunum við varmafløsku við kaffi til mammu tína.
Minnist hvussu øvundsjúk eg var, tí eg ikki var so heppin sum tú at eiga so nógvar pápabeiggjar sum fiskaðu og seldu teirra førning í t.d. Skotlandi. Tá teir so komu aftur við dukkuvognum, dukkum og alskyns leikutoy, fyri ikki at gloyma dropsini og karamellurnar.
Tú ert einabarn og giftust einum einabarni, Evaldi. Tú giftist ung, og væl hevur borið til tykkara millum. Tit bæði eru vælsignaði við 6 børnum og 6 ommu- og abbabørnum. Eisini eru tit so heppin, at flest øll børn tykkara búgva har suðuri.
Stina, takk fyri gestablídni tá eg eri har suðuri, takk fyri at tú altíð er so hjálpsom, tá eg ringi og spyrji spurningar um tað sum fyriferst í heimbygdini, snøgt sagt ert tú og tín familja mítt bindilið til mína familju og uppruna í Vági..
Alt tað besta ynski eg tær og tínari familju.
Bjørghild við familju.