Stjólu rifflur, høglbyrsur og pistól


 

Innbrot


Náttina til sunnudagin var eitt innbrot í einum grønlendskt skrásettum skipi, sum liggur á Miðvági. Hetta er eitt gamalt skip, ein sokallaður politikuttari, sum ein miðvingur hevur tikið við sær úr Grønlandi.

Nakrar rifflur, ein høglbyrsa og ein pistól vórðu stolnar av skipinum Malik, sum í fleiri ár hevur ligið á Miðvági. Eisini ein rúgva lóðri til vápnini varð stolið, og er tað júst hetta, ið er vandamikið, um vápnini fella í skeivar hendur, sigur Regin Jespersen á politistøðini í Miðvági. Hví vápnini vóru umborð á skipinum veit Regin Jespersen ikki at siga, men verður hetta kannað í løtuni.

Enn veit politiið ikki at siga, hvør stendur aftanfyri innbrotið, men málið verður sjálvsagt kannað.

Politiið í Miðvági heitir á fólk, ið møguliga vita okkurt um innbrotið, at venda sær til teirra, tí tað kann gerast ikki sørt vandamikið við løddum vápnum.

Um nakar veit nakað er at ringja á telefon 333448, og kann hetta eisini gerast anonymt.