Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
---------
Ríkisfundurin í farnu viku kveikti nýtt lív í kjakið um Stjórnarskipanaruppskotið. Hetta málið sær út til at vera blivið ein fløkja, men eg haldi tó, at fløkjan er ikki størri enn so, at hon kann greiðast.
Endamálið
Endamálið við stjórnarskipanaruppskotinum er at gera eina stjórnarskipanarlóg, sum bæði skal kunna brúkast undir verandi ríkisrættarligu støðu, og eisini um Føroyar verða fullveldi einaferð í framtíðini.
At gera eina stjórnarskipanarlóg, sum bara akkurát hevur meiriluta í føroyska fólkinum, gevur onga meining og tí er umráðandi at finna eina breiða semju um málið. Men øll sum kenna bara eitt lítið sindur til føroyskan politikk vita, at í somu løtu sum spurningurin um samband ella loysing verður partur av málinum, so fæst eingin semja. Tí ber ikki til at gera eina tjóðskaparliga semju um nakað, sum í sær sjálvum broytir ríkisrættarligu støðuna.
Uppskotið má broytast
Tá Stjórnarskipanaruppskotið skuldi leggjast fyri tingið í vár, vístu undirritaði og Jaspur Vang, sum umboðaðu Sambandsflokkin í nevndini, á, at tað vóru nøkur viðurskifti í uppskotinum, sum ikki vóru í lagi. Til dømis stóð ongastaðni, hvar lógin skuldi standa í forhold til grundlógina og heimastýrislógina, og eisini manglaði møguleikin at seta ríkislógir í gildi fyri Føroyar. Vit skrivaðu tó undir at leggja uppskotið fram, eftir at vit høvdu fingið lyfti um, at hesi viðurskifti skuldu fáast uppá pláss, tá málið bleiv viðgjørt í teirri víðkaðu rættarnevndini.
Eg havi seinni fingið at vita frá limum í víðkaðu rættarnevndini, at arbeitt verður við hesum spurningunum, og eisini havi eg sæð okkurt áhugavert uppskot um, hvussu nevndu trupulleikar kunnu loysast.
Nevndin var ikki samd
Tá sagt verður, at tað var ein samd stjórnarskipanarnevnd, sum legði uppskotið til stjórnarskipan fyri tingið í vár, so er tað ikki heilt rætt. Tey flestu í nevndini skrivaðu undir uppá, at uppskotið skuldi leggjast fram til tingsins viðgerð, men øll nevndin var ikki samd um alt, sum stóð í uppskotinum. Harafturat skrivaði Jenis av Rana ikki undir uppá, at uppskotið skuldi leggjast fram.
Danska stjórnin vísir áhuga
Í Danmark hevur stjórnin víst málinum áhuga, og Forsætismálaráðið hevur biðið Løgmálaráðið kanna uppskotið. Niðurstøðan hjá Løgmálaráðnum sigur millum annað, at uppskotið manglar eina áseting um, hvar lógin skal standa í forhold til grundlógina og heimastýrislógina. Henda niðurstøðan kom als ikki óvart á, tí hetta vistu vit frammanundan.
Kortini brúkar onkur hetta høvið til at siga, at løgmaður hevur fingið harraboð frá donsku stjórnini, og at hann lurtar ikki eftir løgtinginum. Men júst her haldi eg, at samsvar er ímillum tað sum víðkaða rættarnevndin arbeiðir við, og tað sum danska stjórnin sigur.
Alt vent á høvdið
Um tað er tulkingin hjá Løgmálaráðnum, ella tað eru onnur viðurskifti, sum eru upprunin til fjølmiðlasøgurnar, er ilt at meta um, men tá eg síggi málið viðgjørt í føroyskum- og kanska serliga donskum fjølmiðlum, so vendir alt á høvdinum. Danir fáa nú eina mynd av, at føroyingar ætla at loysa, og tað skal gerast við at samtykkja eina føroyska grundlóg, sum skal koma ístaðin fyri donsku grundlógina. Og so verður eisini sagt, at allir flokkar í Føroyum eru samdir um hetta.
Tann sum stendur í donskum sjónvarpi og verjir tey sokallaðu ”føroysku sjónarmiðini” er andstøðutingmaðurin Høgni Hoydal. Hann verður lýstur sum maðurin, sum allir flokkar í Føroyum eru samdir við, tá tað kemur til henda ríkisrættarliga spurningin. Sjálvandi dregur Høgni sær gagn av hesi støðuni, og sigur ikki, at hetta hevur einki við loysing at gera.
Støðan í løtuni er tí hon, at ein andstøðutingmaður kann siga hvat hann vil, vegna Føroya fólk, í donskum fjølmiðlum, men opnar løgmaður munnin uttanfyri landoddarnar, so fær hann átalu, tí tað er at taka løgtingið av ræði.
Løgmaður á ríkisfundi
Tá løgmaður, í farnu viku, var á ríkisfundi, varð stjórnarskipanaruppskotið viðgjørt. Løgmaður vísti tá á, at málið fellur burtur á ólavsøku, og at hann fer ikki at taka undir við, at uppskotið verður lagt fram aftur, um tað er ein hóttan ímóti ríkisfelagsskapinum. Hesi úttalilsi hava skapt eina ávísa øsing millum føroyskar politikarar. Onkur er farin so langt sum at samanbera løgmann við ein einaræðisharra.
Nú veit eg ikki, hvussu væl politikarar kenna til ta lóggávuna, sum teir dagliga arbeiða eftir, men tað stendur bæði í Stýrisskipanarlógini og í Tingskipanini, at øll mál, sum ikki eru endaliga samtykt, tá tingsetan er endað, falla burtur. Hetta er við øðrum orðum ikki nakað, sum Kaj Leo Johannesen hevur uppfunnið.
Harvið er ikki sagt, at málið ikki kann leggjast fram aftur av nýggjum í eini nýggjari tingsetu. Tað hevur alla tíðina verið ætlanin.
Hitt úttalilsi hjá løgmanni skilji eg soleiðis, at hann vil hava allan iva um ríkisrættarligu viðurskiftini burtur úr uppskotinum, áðrenn tað verður lagt fram aftur í nýggju tingsetuni. Tað er ikki annað enn tað, sum undirritaði og Jaspur Vang longu hava fingið lyfti um, og sum víðkaða rættarnevndin arbeiðir við.
Vit vita, hvat skal til
Eg havi onga orsøk at ivast í politiska viljanum, at fáa eina breiða semju um stjórnarskipanaruppskotið. Vit vita øll hvat skal til fyri at fáa semju, og vit vita eisini, at um spurningurin um samband ella loysing verður partur av uppskotinum, so fæst eingin semja.
Víðkaða rættarnevndin kann tí halda fram við sínum arbeiði, har øll ivamál verða tikin burtur, og har tey, sum hava funnist at uppskotinum, verða hoyrd. Síðani kann málið, við neyðugum broytingum, leggjast fram aftur eftir ólavsøku og verða avgreitt í komandi tingsetu.