Stjørnudust

Tað hava neyvan verið størri stjørnur í Norðurlandahúsinum enn tey í Stjerne for en aften. Sjálv konsertin kundi tó verið betri

UMMÆLI

Salurin í Norðurlandahúsinum var karmur um stjørnukonsert tvær ferðir sunnukvøldið. Tiltakið var slúsað upp í tjúgu ára haldið hjá mentanarborgini, og tað mundi eisini vera tað best umtókta.
Til hesa fyrstu konsertina var suðuroyardialektin týðulig. Væl omanfyri helvtin av áhoyrarunum vóru suðuroyingar, og hetta var eisini nakað tey úr Suðuroy og restin av salinum hevði glett seg til.
Og hóast nógvir góðir og kendir tónleikarar hava staðið á palli í salinum í Norðurlandahúsinum, so hevur húsið valla hýst størri stjørnum. Ì Føroyum er einki sum Stjerne for en aften og Guðrun Sólja Jacbosen.
Og hetta kvøldið vóru tey kanska meira enn nakrantíð stjørnur.
Konsertin byrjaði við einari føroyskari stjørnum av Tvøroyri, Brandi Enni. Hann hevur verið ein sindur á palli í seinastuni við ymisk høvi.
Hann nýtti tvær ymsar uppstillingar. Eina við tveimun dansarum og eina við tónleikarum á pallinum. Hann virkaði ógvuliga væl upplagdur á pallinum. Hansara framførsla og útstráling eru frálík. Ein væl vand framførsla, sum ikki minti heilt lítið um tær, ein sær frá ungdómsstjørnum úti í heimi.
Men at sita í Norðurlandahúsinum og lurta eftir einari fløgu, meðan nøkur fólk toyggja seg á pallinum, er ikki 195 kr. vert á nakran hátt. Tónleikurin sum var live var sjálvandi munandi betri, men kortini ikki nakað upplivilsi, sum hevur uppiborðið tað heilt stóra lýsningarorðið.
So var ein hálvur tími farin og umvegis eitt frásøgufólk kom fyrst Martin Pedersen á pallin, eftir at tær báðar kórgenturnar, Christina Elisabeth og Noomi, høvdu sungið eyðkennislagið til Stjerne for en aften, har bert tann eina mikrofonin var tendrað. Hann endaði ikki millum tríggjar teir bestu í Stjerne for en aften, men hann hevur gjørt vart við seg, og føroyingar tóku hann eisini til sín.
Hann vísti seg at riggað ógvuliga væl á pallinum. Hann úrstrálaði sjálvsálit sum fáur, og bilar ikki beinleiðis við at syngja heldur. Hann sang U2, Elvis, Mike and The Mechanics og sjálvandi eisini ?Feel? hjá Robbie Williams.
Og sangirnar hevði mann hoyrt fyrr, og tað var stuttligt at síggja tað, sum fyrr hevði verið í sjónvarpinum á pallinum, men heldur ikki nógv meira var tað ikki.
Jacob Andersen hevur eina ótrúliga rødd við mátti og megi. Maðurin hevur spælt fleiri ferðir áður í Føroyum, men tað munnu vera fá, sum minnast hann, men hesa ferð fer tað nokk ikki at knípa so nógv við minninum. Hann sang framúrskarandi væl, og hann útfoldaði seg rættiliga. Men sum við nógvum øðrum hetta kvøldið var heildin eitt sindur skøvað. Tað at síggja ?Are you gonna go my way? hjá Lenny Krawitz í Norðurlandahúsið var eitt upplivilsi í sær sjálvum, men hann hevði hug at druknað í samlaðu ljóðmyndina.
Sum heild var tað øgiliga hart, og tað vóru fleiri løg, sum duttu heilt burturímillum. Eitt nú duétin við Guðrun Sólju Jacobsen og Jacob Andersen við sanginum, sum Jacob sjálvur hevur gjørt, virkaði illa samansett í ljóðmeldrinum sunnukvøldið.
Men Jacob Andersen góður, so er Guðrun Sólja líka góð ella betri. Hennara talent kann tað ikki setast spurnartekin við, og hon vísti sunnukvøldið fleiri spennandi síður av sær sjálvari. Stóra upplivilsið var, tá hon sang Weak hjá Skunt Anansie. Hesin skuldi av einari ella aðrari orsøk vera ein duét við Martin Pedersen, uttan at hetta gav stórvegis meining.
Annars sang hon bæði Hero og Promise Me, og við heimadómarabrillunum fast á nøsini, so var hon bjartasta stjørnan sunnukvøldið.
Tað er uttan iva lítið høpi í at skriva ummæli um nakað, sum er ein treytaleys succes. Sunnukvøldið lýstu stjørnurnar, og tað skal eingin ivi vera um, at tey eru stjørnur. Størsta tónleikaliga hendingin ? í øllum førum í rútmiskum tónleiki ? í Føroyum eru nakað, føroyingar týðuliga eru ernir av. Og tað er væl skiljandi, og vónandi heldur stjørnusúsið eisini fram kvøld eftir kvøld.
Men skal rætt vera rætt, so var hetta langt frá onkrari av teimum heilt góðu konsertunum í Norðurlandahúsinum. Konsertin kundi verið munandi meira raffinerað og nógv minni rótut. Eitt gott publikum upplivilsi, men ikki eitt heildarupplivilsi í stjørnuhæddum.