Stjørnurnar slappaðu av

VÍF-Stjørnan 29-32 (14-18)

Stjørnan hevði ikki fyri neyðini at spíla seg út, nú liðið um bara tríggjar dagar skal spæla finalu móti Neistanum.

 

Í løtum var munurin millum liðini tó stórur, men sienastu løtuna undan steðginum minkaði VÍF heilt nógv um munin.

Eitt skifti í seinna hálvleiki vunnu tær gulu seg eisini upp á javnt, eins og tær fýra minuttir fyri dystarlok bert vóru eitt mál aftanfyri.

 

Men við trimum málum á rað fekk Stjørnan eisini togað sær hendan sigurin til høldar.

 

Fríða Marjunardóttir og Ioana Rapa skutu 6 mál hvør fyri VÍF. Fyri Stjørnuna skoraði Simona Petersen 8 ferðir.