Stjarnan verður liðið hjá Tóka Fríðrikssyni komandi kappingarár

Enn ein føroyskur hondbóltsleikari fer at royna seg uttanlands

Mynd: Handballstatz Føroyar/KÍF

Talið av føroyskum hondbóltsleikarum, ið fara uttanlands at spæla á hægra støði veksur alsamt.

 

Stjarnan í Garðabær, ið hevur Jóhannes Bjørgvin í hópinum hevur nú kunngjørt, at tey hava tryggjað sær 21 ára gamla strikuspælaran, Tóka Fríðriksson, ið var ein av U21 HM-bronsuvinnarunum í fjør.

 

Í fjør skoraði Tóki 56 mál í 18 dystum fyri KÍF.

 

Farna kappingarár endaði Stjarnan næstaftast í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. Teir spældu tríggjar dystir móti Hörði um rættin at spæla í bestu deildini komandi ár, og vunnu teir í Stjörnuni allar tríggjar dystirnar.

 

 

 

 

 

Mynd: Handballstatz Føroyar/KÍF