Størsta ynskið er at síggja abbadøturnar á jólum

- Á jólum eiga vit eisini at takka fyri størstu gávuna, sum vit hava fingið - okkara frelsara, Jesus Kristus, sigur Atli S. Justinussen

Hvar verða jólini hildin í ár?

 

- Heima í Árnafirði, sigur Atli S. Justinussen.

 

Hvat verður etið um jólini?

 

- Jólaaftan eta vit góða jóladunnu við øllum góðum aftur við. Hinar dagarnar verður tað ræst kjøt og feskt kjøt.

 

Hevur tú eitt jólaynski?

 

- Mítt størsta jólaynskið er at síggja okkara fittu abba-og ommudøtur á jólum. Tær búgva í Danmark, sigur hann.

 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

 

- Jólini hava stóran týdning, har vit fáa høvi at steðga á og virðismeta jólahøgtíðina.

 

Atli S. Justinussen sigur, at á jólum eiga vit eisini at takka fyri størstu gávuna, sum vit hava fingið - okkara frelsara, Jesus Kristus.

 

(Fleiri svar eru í VikuskiftisSosialinum - jólablaðnum - sum fæst til keyps í blaðsølunum)